Heimatíðindi

Havnar Bio hevur avtikið pausuna

(Nú er liðugt við at keypa poppkorn í pausuni. Mynd: Shutterstock)

(Nú er liðugt við at keypa poppkorn í pausuni. Mynd: Shutterstock)

2019-04-11 16:00 Author image
Hergeir Staksberg

Í dagsins samfelag skulu vit náa alt millum himmal og jørð. Vit renna og renna, meðan tíðin hevur hug at renna undan. Vit hava ikki tíð til at taka eina pausu, men har er eitt stað, sum altíð hevur havt pláss fyri einari pausu. Hendan pausan er heimskend í Føroyum. Vit tosa sjálvandi um Havnar Bio.  

Havnar Bio er helst einasti biografur í norðurlondum, ið hevur eina pausu mitt í filminum. Ofta rakar pausan akkurát har, sum filmurin er mest spennandi. Ljósið tendrast. Nøkur fólk verða sitandi í salinum, meðan onnur velja tann tronga túrin framvið setrunum, tí tey skulu út úr salinum eina løtu.

[object Object]

(Hesar hava ikki keypt poppkorn og sodavatn í pausuni. Mynd: Shutterstock)

Ein nýggjur kapittul hjá Havnar Bio
Tann stutti steðgurin leggur upp til, at fólkini í salinum kunnu sleppa á ves, roykja eina sigarett ella fylla sær popkorn depotini. Tað kann eisini vera, at tú kennir onkran og fært tær eitt lítið prát, men mitt í prátinum ringir klokkan. Fólk sløkkja sigarettir, vaska hendur og síðsta popkornið verður keypt, áðrenn leiðin gongur inn aftur í salin at hyggja at restini av filminum.

Men 29. mars kunngjørdi Havnar Bio á teirra facebook síðu, at frá 1. apríl verður ongin steðgur undir sýningunum. Havnar Bio hevur sostatt veittrað pausuni farvæl. Hetta eru helst góð tíðindi hjá teimum, sum oftast vórðu sitandi í salinum, tá pausan var.

Upprunaliga hevði steðgurin ein praktiskan leiklut, tí fyrr brúkti mann steðgin til at skifta filmsrulluna. Men tíðin er farin frá góðu gomlu filmsrulluni. Nú er alt digitalt og uttan pausur.

Les meir um, hvat fólk halda um pausuna HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður