Heimatíðindi

Havfornfrøði: Fyrilestur um Eyðansstovuskipið

Útlendskur havfornfrøðingur kannar viðin av Eyðansstovuskipinum

Útlendskur havfornfrøðingur kannar viðin av Eyðansstovuskipinum

2018-11-07 15:48 Author image
Turið Justinussen

Tjóðsavnið og Vága kommuna skipa hósdagin 8. november fyri fyrilestri um tær fornfrøðiligu kanningar, sum í løtuni verða gjørdar av Eyðanstovuskipinum

Fyrilestrahaldararnir eru Philipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði, sum arbeiður á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven, Kevin Martin, havfornfrøðingur, sum er íri og sum í løtuni ger eina Ph.d  í Íslandi og Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.

Í samstarvi við Tjóðsavnið og við stuðli frá Vága kommunu, komu havfornfrøðingarnir mánadagin til Føroya at kanna leivdirnar av skipsvrakinum, sum kom til sjóndar í Eyðansurð í Sandavági í 1947, vanliga nevnt Eyðansstovuskipið. Nú, serfrøðingar í havfornfrøði eru komnir at vitja, ber til at koma nærri at einum svari. Hvat slag av skipi hetta er, og møguliga hvussu gamalt skipið er. Eisini verður greitt frá um dendro-háttalagið, ið verður nýtt til at kanna viðin á skipinum.

Havfornfrøðingarnir hava seinastu dagarnir kanna tann plattin av viðalutum, sum í 1947 vórðu tiknir upp og hava ligið á goymslu á Tjóðsavninum líka síðan. Helgi D. Michelsen greiðir soleiðis frá arbeiðinum:

- Hesir viðalutir hava teir roynt at staðsett, so at man fær eina hóming av hvussu skipið hevur sæð út. Eisini eru flísar sagaðir av pettunum, fyri at árringarnir skulu gerast sjónligir. Flísarnir eru siðani sendir til ein dendrokronologist í Keypmannahavnar til nærri kanningar.

Fyrr hevur verið nevnt, um leivdirnar kunnu vera vrakið av einum víkingaskipi, men svarið frá kanningunum av flísunum fer vónandi at gera tað gjørligt at tíðarfesta skipsvrakið heilt nágreiniligt.

Ynskiligt hevði verið at fingið alt skipsvrakið upp úr sjónum, men tað verður ikki hesuferð, sigur Helgi D. Michelsen.

- Hetta er trupult, og tað skal vera heppið við veðrinum, skal tað bera til. Tað vil siga, at tað skal vera lægsta fjøra, og tað er tað ofta um páskini.

Fyrilesturin verður hildin á enskum, men høvið verður at seta spurningar á føroyskum.

Fyrilesturin verður í skúlanum á Giljanesi hósdagin 8. november kl. 17.00 -18.00.

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður