Heimatíðindi

Havborgin – tann seinasti koltrolarin

Havborgin FD 301. Toftamenn keyptu trolaran frá havnarmonnum og lótu hann seinni umbyggja til motortrolara í Noregi (Mynd: Eddi Leyni)

Havborgin FD 301. Toftamenn keyptu trolaran frá havnarmonnum og lótu hann seinni umbyggja til motortrolara í Noregi (Mynd: Eddi Leyni)

2019-09-13 11:52 Author image
Óli Olsen

Í 1960 endaðu seinastu koltrolararnir í bræðingarovnum niðri á fastlandinum. Kortini hóraðu tríggir umbygdir koltrolarar undan eina tíð enn. Tann eini hevði fingið oljukynding, hinir dieselmotor.

Oljukyndi trolarin var Tindhólmur. Hann varð í 1965 seldur til upphøggingar. Annar av hinum báðum var farmaskipið Hólmur, sum í 1978 fór á land í Íslandi og varð vrak. Síðsti var so Havborgin, sum helt fram við fiskiskapi til 1981, tá ið eisini hann varð seldur til upphøggingar.

Pf. Sælingahella í Havn keypti heystið 1946 trolaran Hawthorn frá bretska herflotanum og nevndi hann Havborgina. Hann var smíðaður í 1930 í Selby í Bretlandi, var 359 tons brutto og hevði 510 hesta guvumaskinu. Niels í Skúvoy var ein av skiparunum, Dia á Vertshúsinum annar.

Í 1952 keypti Sjóvinnubankin Havborgina úr Føroya fútarætti og seldi hann aftur til pf. Højgaard & Dahl á Toftum. Nummarið, TN 343, varð samstundis broytt til FD 301.

Skiparar komandi árini vóru Hans Petur Højgaard í Brekkum á Toftum, Andrias Magnussen, Andy, av Nesi, og Derhard Olsen úr Rituvík.

Í 1958 varð Havborgin umbygdur til sonevndan motortrolara á Hatlø Verksted í Ulsteinsvik í Noregi. Nýggi motorurin var 840 hesta alfa diesel. Trolarin varð eisini innilokaður har afturi í bakborð. Eftir umbygging varð hann máldur til 429 tons brutto.

Heimildarmaður, sum sigldi við Havborgini í mong ár, sigur, at teir eitt várið í sekstiárunum rýmdu undan Íslandi yvir til Nýfundlands, har teir fingu túrin inn í St. Lawrence flógvanum. Teir vóru aftur í Nýfundlandi seinni, men fóru tá beinleiðis úr Føroyum. Trolarin, ið tók 280 tons av saltfiski, legði seint sekstiárini um til ídnaðarfiskiskap.

15. november 1973 keypti partsreiðaríið Havborgin í Rituvík Havborgina. Nýggju eigararnir hildu fram við ídnaðarveiðu, og tá ið trolarin loksins gavst at fiska, skrivaði Dagblaðið 6. november 1981:

”Við Havborgini, sum er elsti trolari í Føroyum, er eitt brot úr føroyskum fiskiskapi farið í søguna. Havborgin var tann seinasti av sokallaðu koltrolarunum. Seinasti, ið fór undan henni, var Hólmur, sum var umbygdur til farmaskip.

Nú, Havborgin oman á elli hevði fingið maskinskaða, varð avgjørt at leggja hana med alla. Havborgin varð bygd í 1929 og varð sjósett í 1930. Síðani seinast í 60-árunum hevur hon roynt eftir ídnaðarfiski, til nú í seinastuni hon hevur samtrolað við Koralfisk. Koralfisk hevur nú fingið sær nýggjan samtrolara í Vónini.

Havborgin lastaði um 300 tons av ídnaðarfiski, og munnu mong skip fána við síðuna av samlaðu nøgdini, hetta gamla og trúgva skip hevur borið at landi. Havborgin liggur nú í Hanstholm, haðani hon fyrsta dagin verður send til upphøggingar.”


Óli Olsen kann røkkast á sandagota@gmail.com

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður