Hava umrøtt handilsviðurskifti landanna millum

Hava umrøtt handilsviðurskifti landanna millum

2017-06-20 15:16 Author image
Leif Láadal

Týsdagin í hesi vikuni hevði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum fund við Ilya Shestakov, russiskur ráðharri fyri fiskivinnu, alivinnu og landbúnaðarmál, sum er á vitjan í Føroyum

Á fundinum umrøddu partarnir handilsviðurskiftini landanna millum, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið á heimasíðu síni.

Útflutningurin av føroysku fiskavørum til Russlands er øktur munandi seinnu árini. Sum liður í økta samhandlinum er komin í lag ein føst sjóvegis farmaleið millum Føroyar og St. Pætursborg. Handilin við Russland hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin, og landsstýrið arbeiðir tí miðvíst fyri at betra um handilssambondini við Russland.

Føroyar eru millum fremstu tjóðir innan aling, eisini innan tøkni og serkunnleika, og Shestakov bar fram, at russar hava stóran áhuga fyri føroyskari serfrøði og í samstarvi innan aling. Landsstýrismaðurin og ráðharrin umrøddu somuleiðis møguleikarnar fyri øðrum vinnuligum samstarvi.

Poul Michelsen nýtti eisini høvi at kunna russiska ráðharran um føroyska búskapin og fjórða útbjóðingarumfar eftir kolvetni í føroyskum øki. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum skal eisini eftir ætlan luttaka á World Food Moscow Fair, ið verður í september.

Kelda: uvmr.fo

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður