Heimatíðindi

Haruungin Nelus og aðrir gimsteinar

Haruungin Nelus og aðrir gimsteinar
2018-02-21 17:30 Author image
Innsent

Tað er málmenningarár, og Bókadeild Føroya Lærarafelags skjýtur árið í gongd við einum knasandi góðum úrvali av barna- og ungdómsbókum.

 

Haruungin Nelus

Ein fitt og forvitnislig upprunaføroysk myndabók er júst útkomin. Bókin eitur Haruungin Nelus, og tað er Jógvan Edmund á Geilini, sum hevur skrivað hana. 

Rithøvundurin hevur áður skrivað bókina um Dunnuungan Pu. Eisini hesa ferð er søgan staðsett í heimbygdini hjá høvundinum, Svínoy. 

Myndlistamaðurin Napoleon Smith hevur myndprýtt bókina. Á myndunum manar listamaðurin fram ein yndisligan vetrarheim við ljósum og bjørtum litum.

Í bókini sleppur lesarin inn í ein herligan haruheim í Svínoy. Hon snýr seg um tann forvitna haruungan Nelus, sum býr í einari holu saman við familju síni. 

Nelus hevur ongantíð sæð kava, og tá kavin kemur, verður hann ógvuliga spentur. Haruabbin segði einaferð frá eini løgnari søgu, um at hann fór akandi í kavanum á einum petti av einum niðurdotnum flogfari. 

Og nú fer Nelus at royna tað sama - men hesa ferð á einari takplátu. 

Í bókini er eitt kort yvir Norðoyggjar við nógvum staðarnøvnum, stuttligum staklutum og myndum. 

Serligt við hesi myndabókini er, at hon er longri enn flestu aðrar myndabøkur og heili 50 bls. til longdar. Bókin er innbundin, og hon er til tey 2-5 ára gomlu.

 

Lóa leitar eftir Búa

Lóa leitar eftir Búa heima er ein fitt bók til tey 0-1 ára gomlu. Bókin snýr seg um kettuna Lóu, sum leitar eftir besta vini sínum, Búa. 

Hon leitar í øllum húsinum, men ongastaðni finnur hon Búa. Bókin er ein klaffabók, sum hevur vakrar bjartar litir. 

Bókin er ein pappbók, og hon er 12 bls. til longdar. Nosy Crow hevur skrivað bókina, og Gerry Turley hevur myndprýtt. Marna Jacobsen týddi.

 

Tey leita eftir Benny

Tey leita eftir Benny er ein stuttlig og væl frásøgd bók í røðini um tey í 3.A. Gunvor Reynberg, sum hevur skrivað bókina, er sjónleikari og rithøvundur. 

Hon er donsk, men hevur føroyskar forfedrar úr Funningi og Fuglafirði. Elsa Birgitta Petersen hevur týtt bókina til føroyskt. Niels Roland hevur myndprýtt bókina.

Bókin hevur ein lívligan frásøgustíl, og hon sigur eina erliga, men skemtiliga søgu um okkara samtíð. 

Hundahvølpurin Benny er horvin, og tá fáa vinfólkini Foxy og Mikkjal eina heldur óvæntaða hjálpandi hond at finna hann aftur.

Bókin vendir sær til tey 6-8 ára gomlu. Bókin er heft og 122 bls. til longdar.

 

PAX - Hvítormurin

PAX - Hvítormurin er áttanda bókin í fantasy-røðini um beiggjarnar Viggo og Alva, sum uppliva alt møguligt yvirnátúrligt, spennandi og óhugnaligt. 

Í hesi bókini hvørvur eitt barn brádliga úr bygdini, og vinkona teirra Iris er eisini horvin. Og einastaðni djúpt undir Mariefred kemur spakuliga lív í eina elligamla veru.

Rithøvundarnir Aasa Larsson og Ingela Korsell skriva hesa røðina, og Henrik Jonsson myndprýðir. Súsanna Berg týddi til føroyskt. Bókin er til tey 9-13 ára gomlu. Bókin er heft og 194 bls. til longdar.

 

Vegna Bókadeild Føroya Lærarafelags

Silja Aldudóttir

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður