Heimatíðindi

99 prógv verða handað á Fróðskaparsetrinum

2016-06-16 09:54 Author image
Dimma

Í summar taka væntandi 99 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya – 95 taka bachelorprógv og 4 masterprógv:  25 lærarar, 21 námsfrøðingar, 21 sjúkrarøktarfrøðingar, 20 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 4 frá Føroyamálsdeildini og 7 orku- og umhvørvisverkfrøðingar. Harumframt hava 22 lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og verða hesi eisini hátíðarhildin til prógvhandanina. 

Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 24. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár, og Sigurð í Jákupsstovu fer at handa prógvini.

Á tiltakinum, sum er alment, fara Lena og Niclas at syngja og spæla, Silja Aldudóttir heldur røðu vegna tey lesandi, og Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele heldur gestarøðuna.

  

  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður