Mentan

Hammershaimb 200 ár

2019-03-25 07:16 Author image
Emil Lisberg Jacobsen

Á yngri árum plagdi eg at skemta við, at eg hevði tvey mál í lívinum: Annað var at fáa mítt andlit á ein føroyskan pengaseðil, og hitt var at fáa eina gøtu í Havn uppkallaða eftir mær.

Hesi heldur óseriøsu mál eru langt síðani slept, og onnur hava tikið við. Men hevði eg hildið fast og rokkið teimum málunum – onkur kann siga, at tað ikki er ov seint enn, og at tað kortini neyvan hendir, fyrr enn eg eri farin foldum frá – hevði eg komið í selskap við so kendar menn sum Nólsoyar Páll og V.U. Hammershaimb.

Hesin seinni hevur ein serligan dag í dag. Á mariumessu, 25. mars, hevur hann 200 ára føðingardag.

Prósturin, politikarin og málfrøðingurin Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð borin í heim 25. mars 1819 í Sandavági. Foreldrini vóru Armgarð Maria Egholm úr Nýggjustovu í Havn og Jørgen Frantz Hammershaimb, sum var løgmaður í Føroyum árini frá 1805 til 1816, tá Løgtingið varð niðurlagt. Hann var eisini seinasti løgmaður, sum sat á Steigagarði í Sandavági. Umframt Vencil fingu Jørgen Frantz og Armgarð Maria eisini dóttrina Marie Louise.

Hammershaimb-ættin kom annars til Føroya við langabbanum Jørgen Frants de Hammershaimb, sum kom til Føroya í 1723 at vera fúti.


Til Danmarkar

Jørgen Frantz doyði í 1820, tá Vencil bert var ársgamal. Í 1822 noyddist Armgarð at flyta av garðinum saman við børnunum, og tey fingu innivist í Nýggjustovu.

Í 1831 fór Vencil sum bert 12 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla. Hann tók studentsútbúgving og fór so at lesa gudfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Umframt gudfrøðina var áhugin fyri forna norrøna málinum eisini stórur, og tað gjørdi ivaleyst eisini sítt, at hann var nógv saman við íslendskum studentum, sum lósu í Keypmannahavn um hetta mundið.

Hann varð útbúgvin sum gudfrøðingur í 1847, og í 1855 fekk hann prestastarv í Norðurstreymoy prestasæti í Kvívík. Hetta sama árið giftist hann við próstadóttrini Elisabeth Christiane Augusta Gad. Í 1862 varð hann Føroya próstur og flutti inn á Nes í Eysturoy. Próstaembætið røkti hann fram til 1878, tá hann og konan fluttu aftur til Danmarkar at búgva. Tey næstu 20 árini búði og arbeiddi hann í Lyderslev, til hann legði frá sær og flutti til Ryesgade 110 í Keypmannahavn, har hann doyði í 1909, 90 ára gamal.


Setti Ð’ið

V.U. Hammershaimb var eisini politikari og sat á løgtingi í trý skeið. Hann var rithøvundur og skrivaði longu í 1854 eina føroyska mállæru, men tá hann kom til Føroya árið eftir, bleiv arbeiðsbyrðan so stór, at millum lítið og einki av bókmentum kom frá hansara hondum. Ikki fyrr enn í 1884, tá hann var fluttur aftur til Danmarkar, kom nakað frá honum aftur, og var tað týðingin av ”Føroyingasøgu”, sum nú kom við teirri rættskriving, sum hon hevur havt síðani. Høvuðsverkið hjá honum kom í 1891. Tað var ”Færøsk Anthologi I og II”, sum hann hevði arbeitt við í fimm ár, og sum var eitt savn av føroyskum bókmentum.

Í dag er Hammershaimb best kendur sum faðirin at føroyska skriftmálinum. Í stuttum kann sigast, at takkað verið Hammershaimb hava vit bókstavin Ð í føroyska stavraðnum. So er spurningurin, hvussu nógv tað er at takka fyri. Summi elska Ð’ið, og onnur orka ikki fyri tí…

Í øllum førum var Hammershaimb maðurin, sum meir enn nakar annar fekk eitt føroyskt skriftmál upp at standa, og tað slóðaði fyri so nógvum øðrum í tí stóru tjóðskaparvekingini, sum tók seg upp síðst í 19. øld. Og so skulu vit ikki gloyma, at vit kunnu takka Hammershaimb fyri navnið á blaði okkara – Dimmalætting.

Gamli 100-krónuseðilin við andlitsmyndini av Hammershaimb verður ikki brúktur meir, men ávirkanin hjá honum á føroyska samfelagið sæst aftur aðrastaðni. V.U. Hammershaimbsgøta smoyggir sær framvegis frá Sigmundargøtu og, sera hóskandi, allan vegin niðan til Føroyamálsdeildina. Í Sandavági stendur minnisvarði um V.U. Hammershaimb, sum varð reistur í 1919, og síðani 2006 er tíðarritið Vencil komið út við uppruna føroyskum skaldskapi eins væl og týddum útlendskum skaldskapi.

  

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður