Hægstirættur fríkent leiðsluna í Eik Banka Danmark

2020-06-22 11:13 Author image
Sveinur Tróndarson

Eingin skal ábyrgdast fyri tað, sum hendi í Eik Banka Danmark.

Tað hevur Hægstirættur júst staðfest.

Rættarmálið snúði seg um tann danska partin av Eik Banka, og teir, sum í oktober 2018 vórðu dømdir, vóru Marner Jacobsen, sum umframt at vera forstjóri í føroyska móðurfelagnum, var nevndarformaður í danska dótturbankanum, Henrik Ørsted, næstformaður og Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg, sum báðir vóru stjórar í Eik Bank Danmark.

Teir fýra vóru í Eystara landsrætti dømdir at gjalda 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi fyri tapini í bankanum, tá hann fór á heysin í 2010. Upprunaliga kravið hjá Finansiel Stabilitet var 250 milliónir krónur.

Tá málið var fyri í landsrættinum vóru Brian Toft, ið eisini var stjóri í Eik Bank Danmark, og Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið, sum tá kallaðist Nota, fríkend.

Í dag var dómur so sagdur í Hægstarætti, sum eisini setur endaligt punktum fyri hetta málið. Og dómurin sigur púra greitt, at fríkenningin av Brian Toft, Hans Laksá og grannskoðarafelagnum Nota standa við, men harafturat sigur dómurin, at eisini Marner Jacobsen, Henrik Ørsted, Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg skulu fríkennast.

Avleiðingin av dómin í dag er, at Finansiel Stabilitet skal gjalda góðar 15 milliónir krónur í sakarmálskostnaði til teir, sum í dag eru fríkendir, og 2,5 milliónir krónur í øktum sakarmálskostnaði fyri viðgerðina í Eystara landsrætti. Harumframt skal Finansiel Stabilitet gjalda næstan 43 milliónir krónur til AIG Europe og Betri Trygging í felag. Av teimum eigur AIG 38,4 milliónir krónur og Betri Trygging 4,3 milliónir krónur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður