Kynslig brotsverk revsast harðari

2017-02-07 16:28 Author image
Sigmund Vang

- Lóggávan um kynslig brotsverk skal vera tíðarhóskandi.

Tað skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður, í slóð til grein á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, send miðlunum.

Øll greinin er soljóðandi:

Tað er í tøkum tíma, at lóggávan um kynslig brotsverk verður herd og gerst greiðari. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað undir fyrstu viðgerð í málinum um at dagføra revsilógina í dag.

“Tað er óheppið, at revsingin fyri ein persón, sum misnýtir óhjálpnu støðuna hjá einum øðrum persóni til at hava samlegu, er nógv styttri enn fyri neyðtøku. Somuleiðis er tað stoytandi og óhóskandi í einum nútíðarsamfelagi, at nøkur kynslig brotsverk ikki verða revsað, um tey verða framd innan hjúnalag”, sigur Aksel V. Johannesen, sum umsitur lógarmál í landsstýrinum.

Seinastu árini hevur verið funnist at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki hava verið dagførdar, síðan økið kom á føroyskar hendur í 2009. Tað hevur serliga verið víst á, at tað er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, misnýtslu av hjálparleysari støðu hjá órættaða og kynsligt samband við ættleidd børn. Landsstýrið tekur avbjóðingar í størsta álvara, og ætlaðu broytingarnar í revsilógini eru eitt fet rættan vegin.

Broytingarnar hava í høvuðsheitum við sær, at:

- Reglurnar um neyðtøku verða víðkaðar til eisini at fevna um samlegu við ólógligum tvingsli og at útnytta eina hjálparleysa støðu hjá órættaða umframt samlegu við barn undir 12 ár.

- Persónur, sum er dømdur fyri seksuelt misbrúk av børnum, kann fáa álagt ikki at seta seg í samband við børn, sum viðkomandi ikki kennir, gjøgnum alnótina.

- Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd fyri seksuelt misbrúk av børnum byrjar frá tí degi, tá órættaði fyllir 21 ár. Hetta verður eisini galdandi fyri blúnisbrot av børnum undir 15 ár.

- Kriminalisering av seksuellum sambandi við ættleidd børn verður síðustillað við seksuelt samband við biologisk børn.

- Misbrúk av sinnissjúku, menningartarni ella hjálparleysari støðu hjá órættaða og grovt misbrúk av arbeiðsligum ella fíggjarligum bundinskapi verður víðkað til eisini at fevna um seksuelt samband í hjúnarbandi.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður