Byggingin av nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum er nú komin so mikið langt, at bjóðað er inn til reisigildi.
Reisigildið verður 21. september.
Gólvvíddin í nýggja bygninginum verður 14.500 fermetrar. Atkomuviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum broytast ikki við nýggja bygninginum. Núverandi inngongd verður framvegis nýtt sum høvuðsatkoma og herfrá vera fólk leidd víðari gjøgnum ein íbindingarstrong yvir í H-bygningin.
(Mynd: Ólavur Frederiksen)
Í H-bygninginum verða tvær hæddir við seingjarstovum. Harumframt verður nýggj føðingardeild við burðarstovum, háisolasjónsstovur, endurvenjing, konferensudepul, psyiaktrisk seingjardeild, ambulant psykiatri, kantina við framleiðslukøki og ein kjallari við m.a. parkering.
Bygningurin savnar seg um eitt atrium í miðjuni og ein ein annan miðgarð, sum verður partur av psyaktrisku deildini . Seingjarstovurnar verða allar einsongs-stovur við egnum baðirúmi og plássi fyri avvarðandi at gista og uppihaldaseg.
Í nýggja bygninginum verða fleiri spennandi serligar loysnir tiknar í brúk, eitt nú ein serlig skipan við klárgering og vask av sjúkrahússeingjum, sum ger, at nógv gólvpláss verður spart. Landsverk hevur gjørt ein film um hesar serligu loysnir:
Tað er Faerport II samtakið, sum er teknistovurnar hjá Selmari Nielsen og Árna Winther og ráðgevararafyritøkurnar LBF og Sofus M. Jakobsen, ið er heildarráðgevi í byggiætlanini. MT Højgaard stendur fyri betongarbeiði, tekju og klædningi, meðan Húsavarðatænastan tekur sær av arbeiðinum innandura. Aðrir arbeiðstakarar eru Demich, sum ger rørinnleggingar og ventilasjón og el.fo, ið tekur sær av el og stýringum. Spf. Grettir hevur staðið fyri avgrevstri, spreinging og planering
Góðar 652 milliónir krónur eru játtaðar á løgtingsfíggjarlógini til útbyggingina á Landssjúkrahúsinum, sum nú er í gongd. Góðar 500 milliónir eru settar av til H-bygningin, harav slakar 360 til sjálvt handverkaraútreiðslur, verður upplýst hjá Landsverk. Eftir ætlan stendur nýggi H-bygningurin klárur at taka í brúk 23. februar 2021.
(tekstur broyttur 14.09 kl. 09.29)
Tað verða einans einsongsstovur í nýggja bygninginum (Tekning: sna.fo)