Mentan

Gvøðny tulkar kvinnuna og móðurlívið

Mynd: Gvøðny Maria Áarstein

Mynd: Gvøðny Maria Áarstein

2019-11-19 16:30 Author image
Terji Beder

Gvøðny Maria Áarstein er 28 ára gomul, er úr Havn og býr í Keypmannahavn. Dagliga er hon lesandi, har hon lesur til sjúkrasystir, men er í løtuni í barsilsfarloyvi frá lestrinum, tí hon júst er vorðin mamma. Í fríðtíðini málar hon litfagrar vatnlitsmyndir, sum hon sýnir fram á sosiala mediinum Instagram.

Í sínum vatnlitsmálningum tulkar Gvøðny tað sárbæra og tað sterka, sum myndar móðurlívið. Hettar hevur hon gjørt, síðan hon bleiv mamma fyrstuferð, og nú tá hon júst er blivin mamma fyri aðruferð, hevur móðurlívið aftur sett sín dám á listina. Í hesum myndum síggjast motivir av bróstarkonum, og evnir, sum hava við móðurlív at gera, har tað sárbæra trínir fram.

Hóast hon hevur roynt seg við abstraktum motivum, dámar henni betri at mála meira konkret motivir, har ein søga ella boðskapur liggur aftanfyri. Hesar søgur og boðskapir koma stundum frá tí, sum hon upplivir í gerandisdegnum, og um man hyggur at hennara verkum, koma nøvn sum Sigrun Gunnarsdóttir og William Heinesen eisini til hugs. Í verkunum síggjast kvinnur, sum onkursvegna hava hug at distansera sær frá teimum “perfektu” kvinnunum, sum vit kenna frá mótabløðum. Hetta eru kvinnur, sum tola at verða óperfektar, og sum eru tað heilt tilætla. Á tann hátt koma samfelagslig evnir til hugs, sum mynda tí fjórðu bylgjuna av feminismu, har kropslig fríheit er eitt kjarnuelement. Rørðslur sum “Free the nipple” og “body positivity” eru partar av hesum, har tað fyrra snýr seg um rættin hjá kvinnum at vísa fram sín kropp, á sama hátt sum menn óskalaðir kunnu ganga í berum yvirkroppi, meðan tað seinna snýr seg um at skapa eitt uppmerksemi á menniskjakroppar í sínum reina og natúrliga skapi. Myndiranar innihalda sostatt eitt vet av feministiskum súmbolikki.

[object Object]

Gvøðny hevur altíð tekna, og hevur altíð havt áhuga fyri myndlistini. Tokkin til blíantarnar og penslarnar koma neyvan úr ongum, tí hon er uppvaksin í einum heimi, har list og mentan hevur fylt sera nógv, og hevur verið ein stórur partur av gerandisdegnum. Tá hon sjálv byrjaði at vísa áhuga fyri list og tí at tekna, bleiv purra uppundir, har mamman og fosturpápin keyptu tekniblíantar og læribøkur, fyri at stuðla hennara íkomna áhuga.

Ár 2013 var eitt týdningarmikið ár fyri hana, tí í samband við at hon fór á háskúla í Svøríki, fyri at læra um vísusong, byrjaði hon at tekna meira enn hon hevði gjørt áður. Hon var enda í einum skapandi umhvørvi, har tónleikur mundi fylla tað mesta hjá teimum flestu. Tónleikur fylti eisini nógv hjá Gvøðny, men eftir at hava fingið eitt máliskeið á skúlanum, byrjaði hon at mála vatnlitsmálningar, sum hon ikki hevði gjørt so nógv áður. Hon málaði stórtsæð hvønn dag, og byrjaði at taka sína egnu list meira í álvara.

Í dag vísir Gvøðny sína list fram á Instagram, og hevur verið við á nøkrum listaframsýningum. Her kann t.d. nevnast, at hon í 2015 sýndi fram á Áarvegnum, var við á summarsýningini NÚ, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í 2016 og fyrr í ár var hon við á mentanarnáttini í Keypmannahavn, har hon sýndi fram á Christiansborg, saman við øðrum listafólki úr Útnorði.

[object Object][object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður