Er ein á kostnaðurin fyri at fáa arbeiðspláss?

2016-05-27 12:04 Author image
Dimma

Sum komandi borgari í Kunoyar Kommunu, sum føroyingur og sum heimsborgari, kenni eg tað sum mína skyldu at tala at í hesum máli. Málið snýr seg um nýggju smoltstøðina, sum skal byggjast í grótbrotinum á Malunum vestantil á Borðoynni. Klaksvíkar Kommuna, sum hevur selt økið til privata vinnu, hevur samstundis bundið seg til at skaffa vatn til komandi virksemi á staðum.

Tað stutta av tí langa er, at borgarar í Kunoyar Kommunu (Kunoy og Haraldssund) als ikki eru kunnað um nakað av hesum. Hesir borgarar eru tey, sum verða mest ávirkað av hesum ætlandi virksemi. Borgararnir eru ikki kunnaðir um, at ein smoltstøð á 20.000 fermetrar skal liggja beint yvir av bygdini Haraldssund, og at bygdin skal vera høvuðsveitari av vatni til hesa risa smoltstøð.

Tað kann ikki vera rætt, at Klaksvíkar Kommuna kann loyva sær at gera avtalu við eina risa fyritøku um vatnveiting, sum skal koma úr einari aðrari kommunu, uttan at borgararnir vita av nøkrum av hesum? Hugsar Klaksvíkar Kommuna, at tað er lættari at gera hesi stóru inntriv á einum stað, har tað búgva fá fólk, tí tá verða mótmælini færri?

Hvussu kann nakað so ódemokratiskt ganga fyri seg beint framman fyri nøsini á hesum borgarum? Tað eigur at vera vanligt vit og skil, at borgararnir í einum slíkum føri verða kunnaðir um ætlanirnar og sjálvandi verða spurdir eftir.  So ógvuslig inntriv í náttúru og trivnað eiga fólkini á staðnum at taka støðu til, tí hetta er teirra gerandisdagur og teirra umhvørvi, sum verða ávirkað.

Borgarafundur

Tosað hevur verið í bygdunum báðum um, hvat gongur fyri seg. Ongin veit reiðiliga, tí ongin almenn kunning hevur verið. Tí tók ein borgari stig til at fáa alment innlit í málið og síðani at skipa fyri borgarafundi. Borgarafundur hevur nú verið um málið, og loksins kom kunning til fólkið – men ein umbøn um alment innlit skuldi til fyri at fáa hesa kunning. Kunning um eitt mál, sum rakar allar hesar borgarar meint.

Talan er um áir úr trimum hagapørtum, bæði Kunoyarmegin og Haraldssundsmegin. Harímillum allar áirnar í bygdini Haraldssundi. Kunoyar Kommuna tók eisini lut á fundinum og førdi fram, at kommunan ætlar at seta Klaksvíkar Kommunu krøv. Men ongantíð kom upp á tal, hvørki frá kommunu ella fólki, at nokta Klaksvíkar Kommunu at keypa vatnið úr áunum, men ístaðin at seta krøv um, at alt vatnið ikki skal takast, og at Kunoyar Kommuna skal fáa okkurt afturfyri.

Avdúkað varð, at Klaksvíkar Kommuna hevur havt fund við øll hagastýrini (hvør sær) og bjóðað teimum 67 krónur fyri meturin, sum verður grivin í teirra hagaparti. Ikki eitt orð um, hvussu longi hendan avtalan er galdandi, ikki eitt orð um, hvussu nógv vatn skal takast úr hvørjari á. Tað merkir so, at Klaksvíkar Kommuna bjóðar eina lítla eingangsupphædd fyri at fáa alt vatnið í allar ævir. Kunnað var eisini um, at øll hagastýrini longu hava skrivað undir. Óskiljandi. Alt hetta er hent, uttan at bygdafólkið veit av nøkrum.

Dominerandi hugsanin millum bygdafólkið tykist vera, at tað er í lagi at lata øðrum vatn, so longi nøkur arbeiðspláss vera latin afturfyri. Hesum vil eg afturvísa, tí hesi bæði skulu ikki setast upp ímóti hvørjum øðrum, tað kunnu tey ikki, tí virði á teimum er gjørt upp í ymiskum eindum. T.d. eitt arbeið er tíðaravmarkað, tað er ein á ikki.

Kenna ikki avleiðingar

Arbeiðið at byggja hesa smoltstøð er longu byrjað. Ført hevur verið fram, at hendan verkætlanin hevur sera stóran skund, og Klaksvíkar Kommuna hevur arbeitt skjótt – í loyndum enntá - fyri at alt skal ganga enn skjótari. Atlit hava ikki verið tikin til, hvørjar avleiðingar ein so stór verkætlan kann hava á gróður, fólk, djór og alt, sum atlit skal takast til. Tí atlit eru ikki tikin til nakað yvirhøvur. Vit kenna ikki avleiðingarnar av at taka áir – vit vita ikki, hvat hendir, um 90 prosent av vatninum úr ánunum verður burtur. Vit vita ikki, hvussu nógv ljóðdálking (larmur) stendst av virkseminum. Klaksvíkar Kommuna hevur helst heldur ikki givið sær far um, hvørjar konfliktir kunnu standast av hesum ódemokratiska og óhøviska framferðarhátti.

Áir til sølu fyri einhvønn prís?

Um áirnar eru so bíliga til sølu og við ongum treytum, ja, er so nøkur forðing fyri, at allir borgarar í Føroyum bjóða upp á hesar áir – og eisini útlendingar, um veruliga fer at sansa at hjá føroyingum?

Tí seti eg mær tann stóra spurning: hvussu kunnu vit vera komin so fjart frá okkara náttúru, at vit halda, at tað er í lagi at ‘geva’ vatnið, sum er keldan til lív, um vit fáa okkurt starv í nøkur ár? Eru vit so fremmandagjørd, at vit ikki kenna virðini, sum ein á hevur?

Heimsins størsta laksabúr

Klaksvíkar Kommunu hevur errin ført fram, at heimsins størsta smoltstøð skal byggjast á teirra øki. Borgarstjórin hevur sagt, at smoltstøðin kann gerast ein attraktión hjá ferðafólki, sum koma til Føroya. Men hvussu kann ein smoltstøð, sum er eitt stórt djórabúr, og sum brúkar ovurstórar nøgdir av lokalum tilfeingi (vatni) hjá øðrum, vera nakað at vera errin av og rópa hart um? Skilja tann, sum skilja vil.

Sum núverandi borgari í Klaksvíkar Kommunu og sum komandi borgari í Kunoyar Kommunu vil eg staðiliga mótmæla ódemokratisku framferðini hjá politikarunum í Klaksvík, vatnkeypinum hjá Klaksvíkar Kommunu og at eitt djórabúr skal byggjast beint framman fyri bygdini Haraldssund.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður