Heimatíðindi

Guðrun & Guðrun: Handilin kundi endað sum parkeringspláss

Beinta á Torkilsheyggi (foto)

Beinta á Torkilsheyggi (foto)

2020-07-10 10:57 Author image
Katrin Johannessen

Í dag letur nýggi handilin hjá Guðrun & Guðrun upp til móttøku kl 17 eftir umbøtur. 

Kundi endað sum parkeringspláss
-Vit hava leigað her í 10 ár. Tey árini eru ongar umbøtur gjørdar við bygningin. Vit hava eisini stríðst fyri, at hann ikki skuldi verða rivin niður og gjørdur til parkeringpláss. So tað skal ikki síggjast, sum at vit bara koma her og fáa alt serverað, nú kommunan hevur umvælt bygningin. Vit hava verið øgiliga treiskar, siga tær báðar Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig. 

Tær greiða frá, at hesi tíggu árini hava millum annað leidningar hingið av loftinum og oljufýringin hevur likið, soleiðis at mánamorgnar hevur hurðin noyðst at staðið opin, fyri at sleppa av við ringa luktin.

- Vit hava kundar úr nógvum londum og umboða á ein hátt Tórshavn og kanska enntá Føroyar. Í tann mun hevur tað til tíðir verið flovisligt, tí at húsini hava verið so ófantalig, siga tær.

[object Object]

Bygningurin er nakað serligt
Síðan januar í ár hevur bygningurin verið undir umvæling, men nú kemur handilin endiliga heimaftur á Niels Finsensgøtu 13. Av tí, at tær hava havt so nógv stríð av umstøðunum, hava fólk ikki altíð skilt, hví tær ikki bara hava flutt handilin.

-Hesin bygningurin hevur altíð verið nakað serligt, tí at Notre Dame, ið seldi marglætisvørur av merkjum so sum Comme des Garçons lá her í 80’unum. Hann var altíð nakað serligt. Av teirri orsøk havi eg altíð hugsað mær, at um eg skuldi hava handil, so skuldi hann vera í júst hesum bygninginum, sigur Guðrun Rógvadóttir. 

Tær hava gjøgnum árini ynskt at keypt bygningin fyri at umvæla hann. Einaferð var alt klárt hjá teimum at keypa, og tær hildu at hann var teirra. Dagin eftir kundu tær lesa í bløðunum at soleiðis fór ikki at vera. Tá var hann seldur øðrum keypara. 

Nú tað hevur verið týðiligt at sæð, at umvælingar hava verið í holt við at vera framdar hava summi fólk harmast, tí tey hava hildið, at hetta var endin hjá gamla bygninginum, sum hann stóð.

-Tað er týdningarmikið fyri okkum, at gamli bygningurin er varveittur. Veggirnir og gólvini eru tey somu. Vit hava ynskt at varveitt so nógv sum møguligt av tí gamla, sigur Guðrun Ludvig.

Guðrun & Guðun facebook við loyvi (foto)

Eitt lítið mótahús
Tað er ikki bert bygningur, sum er høgt í metum hjá teimum.

- Vit vilja gjarna halda lív í miðbýnum. Til tíðir ímeðan vit hava verið her, hevur tað verið øgiliga óinteressant. Flestu aðrir handlar eru fluttir millum annað til SMS, men vit hava hildið fast. Miðbýurin skal vera eitt stað har fólk hava hug at spáka, siga tær

Bæði sniðgevinga deildin og marknaðarførslu deildin fara nú at vera í sama bygningi sum handilin.

- Ovast er sniðgevingadeilidin við toy og øllum tílíkum. Á miðhæddini er marknaðaførslu og samskiftisdeild og niðast er so sjálvur handilin. Tað er sum eitt lítið mótahús, siga tær.

Í dag tá handilin letur upp fyri móttøku er møguligt at síggja øll húsini. Sostatt kunnu fólk eisini vitja í teimum ovaru hæddunum, har annars ikki fer at vera opið fyri almenninginum. 

Móttøkan er kl. 17 í dag og handilin letur upp sum vanligt mánadagin í komandi viku.

Rúni Persson (foto)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður