Heimatíðindi

Grindabýti: Meira enn helmingurin kann fara av áðrenn skift verður

Grindabýti: Meira enn helmingurin kann fara av áðrenn skift verður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-08-07 13:01 Author image
Ingi Samuelsen

Um ein lutfalsliga lítil grind leggur beinini í Havn, kann tað henda, at tað er tann minni helmingurin, sum er eftir at skifta til tey, sum fáa rakstrar- og drápspartar.

Hetta vísir innlit, sum dimma.fo hevur fingið í hvussu seinastu tríggjar grindirnar eru býttar.

Tá 51 hvalir løgdu beinini í Sandagerði týsdagin 24. juli fór yvir helmingurin, 50,1 prosent, burturav til hjálparfólk og onnur áðrenn býtt var í drápspartar.

Her er talan um ein stórt lið av hjálparfólki, sum skal taka sær av býtinum, uppskriving, upprudding, vaktarhaldi, oping, burturbeining og so framvegis umframt partarnar til grindaformenn og sýslumann, sum ásett er í grindakunngerðini.

Harafturat hava mydugleikarnir á staðnum eisini møguleika at lata partar til stovnar og onnur, sum mett verður hava tørv á at fáa grind.

Til fyrru grindina í Havn fyri ólavsøku vórðu 24 skinn tikin burturav til ellis- og røktarheim.

Søgdu frá sær sín part
Heilt øðrvísi var til grindina, sum legði beinini seks dagar seinni, triðja ólavsøkudag. Tá var so stutt liðið síðan seinastu grindina, at flestøll av hjálparfólkunum frásøgdu sær sín part.

- Tann grindin var somikið lítil, at um nakað skuldi vera í part, var neyðugt at ikki øll hjálparfólkini gjørdu krav upp á sín part, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Ikki fólk at skera heimapartar upp
Øðrvísi var við grindini, sum legði beinini í Sandavági sama dag. Tá var rættiliga nógv tikið burturav, meira enn 300 skinn, men tó bert 29 prosent av samlaða skinnatalinum, og kortini var eitt gott skinn eftir til hvønn partin, sum fekk.

- Vit gera altíð fyrst eina meting av, hvussu stórir drápspartarnir gerast, og um teir gerast ríkiligir, so verður avgerð tikin um býtast skal í heimapartar, greiðir Finnbogi Midjord, sýslumaður fyri Vága og Streymoyar sýslur, frá.

- Í Sandavági 30. juli ætlaðu vit at býta í heimapartar eisini. Men tað var mitt í feriutíð, og kommunurnar í oynni boðaðu frá, at tey ikki høvdu manning til at skera upp. Tí varð grindin ikki býtt í heimapartar. Kortini tóku vit nøkur skinn burturav og sendu tey út til Mykinesar, og eisini fingu starvsfólkini á floghavnini, sum ikki høvdu møguleika at vera við í grindini, nøkur skinn burturav, sigur Finnbogi Midjord.


Nógv fólk skulu til, millum annað at taka sær av tilmeldingini á sandinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ov nógv á listanum
Samanumtikið kann sigast, at um grindin er lítil, um hálvthundrað hvalir, kann væl henda, at yvir helmingurin av skinnatalinum fer til at løna teimum fólkunum, sum skulu til fyri at skipa drápið, býtið og uppskeringina.

Sýslumaðurin viðgongur, at serliga í Havn er talan um heilt nógv fólk, sum verða brúkt til at hjálpa til tá grind er.

- Vit hava arbeitt við at endurskoða listan hjá býráðnum, sum er minkaður nakað, men eg meti framvegis, at hann er ov langur, sigur Finnbogi Midjord.

Meira um hetta í aðrari grein: Finnbogi Midjord: Havi ongan møguleika at fáa sýslumanspartin til høldar

Soleiðis vórðu tríggjar tær seinastu grindirnar býttar:

 

 

Tórshavn 24. juli, 51 hvalir

Tórshavn 30. juli 38 hvalir

Sandavágur 30. juli
135 hvalir

Skinnatal

343,5

282

1059,5

Fastir partar/ avlop/spill

172
(50,07%)

38
(14,48%)

309
(29,16%)

Skinnatal at skifta

171,5
(49,93%)

244
(86,52%)

750,5
(70,86%)

Drápspartar

743

975

750

Drápspartar í miðal

0,231

0,250

1,001

Fastir partar:

 

 

 

Finningarhvalur

14

18

14

Havnamyndugleikar/ lastbilar

14

2

8

Meting/skelting

10

0

12

Sýslumaður (2%)

7

6

22

Grindaformenn (1% í part)

21

0

64

Skaðasýn

2

0

4

Skiftishjálp

8

0

10

Politi+uppskr. á sandinum

13

0

12

Kranar/trukkar v.m.

13

3

22

Sløkkilið

8

6

8

Oparar/vakt, ljós

12

0

12

Upprudding, grótbátur

6

3

10

Í alt

128

38

198

Avlop

 

 

 

Ellisheim og sambýlir

24

0

53

Mykinesbygd

 

 

12

Landssjúkrahúsið

 

 

12

FAE

 

 

12

Spill

20

0

22

Tilsamans

44

0

111

Fastir partar/avlop/spill

172

38

309

 

 

 

 

 

Fakta: Eitt skinn verður mett at vera umleið 50 kilo av tvøsti og 25 kilo av spiki.

Les eldri grein: Grind fyri góðar seks milliónir krónur 

Les eisini (bert fyri haldarar): Grindakunngerðin burdi blivið endurskoðað 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður