Zoran heldur fram í Hoyvík

FC Hoyvík og Zoran Vujovic hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála

Ragnar Sjúrðarson
21. august 2024 kl. 16:50

FC Hoyvík og Zoran Vujovic hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Hetta merkir, at Zoran heldur fram sum venjari hjá kvinnunum komandi tvey kappingarárini.

- Hetta er fyrsta árið, ið felagið hevur havt lið í fremstu deildini hjá kvinnum. Øll byrjan er tung, men jaliga og smílandi lyndi hjá Zorani er ein stór orsøk til, at liðið mennist fyri hvørja viku, og dyst fyri dyst, skrivar Fc Hoyvík.

- Hetta er eitt langtíðar projekt hjá okkum, sum vit trúgva nógv uppá í felagnum, sigur Fróði Danielsen, formaður. Hann leggur aftrat, at tí var eisini týdningarmikið at fáa longt avtaluna við Zoran, so vit saman kunna leggja eina ætlan fyri komandi kappingarárini.

7 dystir eru eftir av hesum kappingarárinum og er tað serliga teir seks seinastu dystirnir, ið verða áhugaverdir hjá okkum. Tá verður deildin býtt í tvey og vit koma kappast við B36, Skála og suðuroyarliðið um plássini frá 5 til 8