Zlatan Ibrahimovic legði gaggurnar á hillina í fjør summar. 42 ára gamli sviin, ið hevur røtur úr Bosnia og Kroatia, telist millum bestu álopsleikararnir í fótbóltssøguni, og nú verður hann heiðraður av svenska fótbóltssambandinum.
Svenska fótbóltssambandið sigur á heimasíðu sínari, at Zlatan verður heiðraður í samband við vinardystin millum Svøríki og Serbia í juni.
- Vit gleða okkum til at takka okkara størsta fótbóltsleikara nakrantíð, sigur Stefan Pettersson úr svenska fótbóltssambandinum.
Sjálvur sigur Zlatan, at svenska landsliðið merkir alt fyri hann, og at tað hevur verið ein ótrúliga stórur heiður at umboða sítt land.
Zlatan Ibrahimovic skeyt 62 mál í 122 dystum fyri Svøríki. Fyrsti landsdysturin hjá honum var ein vinardystur ímóti Føroyum 31. januar í 2001. Í 2012 skeyt hann avgerandi 2-1 málið á Tórsvølli, og árið eftir skeyt hann bæði málini í svenska 2-0 sigrinum á Føroyum á Friends Arena í Stokkhólmi.