Zinedine Zidane hevur gjørt av at gevast sum venjari hjá spanska høvuðsstaðarfelagnum, Real Madrid, og uppsøgn hansara kemur í gildi umgangandi, skriva fleiri útlendskir miðlar, teirra millum The Guardian.
Hetta er aðru ferð, at Zidane hevur verið venjari hjá Real Madrid.
Avgerðin kemur eftir eitt kappingarár, sum upp á fleiri mátar verður roknað at vera eitt vónbrot hjá felagnum. Real Madrid tapti spanska meistaraheitið til Atletico Madrid á evsta leikdegi, og somuleiðis varð Real Madrid sligið út í hálvfinaluni í Champions League av Chelsea.
Hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at tað ikki eydnast Real Madrid av vinna steyp av nøkrum slag.
Samstundis sum at úrslitini á vøllinum hava verið ónøktandi, hevur Real Madrid saman við øðrum evropeiskum feløgum samstundis verið í tvídrátti saman við UEFA um ætlaðu Super League.
Eftir ætlan skuldi Super League vera nýggj kapping fyri 20 av bestu liðunum í Evropa, og Florentino Perez, formaður í Real Madrid, hevur verið millum heitastu fortalarar fyri nýggju kappingini.
Upprunaliga vóru 12 feløg, ið tóku lut í arbeiðinum at seta á stovn nýggju kappingina, men flestu teirra hava slept ætlanunum og tikið seg úr samtakinum. Real Madrid er eitt av trimum feløgum, ið framvegis arbeiða við ætlanunum.
Sambært The Guardian hevur Zidane boðað leikarunum frá, at hann gevst umgangandi, og at hann í morgun fer at bera Florentino Perez boðini.