Zenobia er heitið á bók, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Tað er ein grafisk søga um flóttafólkalagnur, sum Morten Dürr hevur skrivað, og Lars Horneman hevur myndprýtt.
Í bókini sigur mamman við dóttrina Aminu, at hon skal minnast Zenobiu, tí hon kundi alt, ongin maður ráddi yvir henni. ”Kundi Zenobia, so kanst tú eisini,” uggar mamman hana, tá ið foreldrini fara til handils og lata Aminu verða einsamalla eftir. Foreldrini koma ongantíð heim aftur.
Líka so troystarleyst tað er, at býurin Palmyra er hersettur av skiftandi stýrum, líka so troystarleyst er tað, at júst henda mæta drotningin, sum skuldi vera hennara uggi, verður ein stokkutur stuðul hjá Amiru, sum druknar á miðjum havi í einum útróðrarbáti saman við øllum hinum flóttafólkunum.
Meðan hon druknar, verður hennara stutta lívssøga søgd í skiftandi ljósi og litum millum fortíð og nútíð.
Áðrenn vit góvu bókina út sendu vit hana til Amnesty og Reyða Kross til ummælis. Á báðum støðum hevði hon sterka ávirkan
- Zenobia er ein rørandi frásøgn um kríggj, undirgang og djúpasta meingsloysi. Tá sakleysa barnið, Amina, druknar á ferð síni til tryggleika og frælsi, fær Zenobia okkum at hugsa og setir lív okkara í perspektiv. Lat okkum læra av Zenobiu og gera okkara fyri at bjarga børnum sum Aminu. (Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya).
- Eg eri fullkomiliga málleys av hesi bók. Fantastisk, sjálvdan havi eg verið so rørd av eini bók. Ongantíð, haldi eg. Amina er verjuleysa barnið, vit øll eiga ábyrgd av at kenna til. (Lív Patursson, aðalskrivari í Amnesty International, Føroya deild).
Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt. Bókin er 98 bls. og er innbundin.