– Tað er ómøguligt at samráðast um at enda kríggið, um forsetin frá Ukraina og Russlandi ikki hittast.
Tað slær ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fast í samrøðu, har hann leggur afturat, at ein fundur við russiska forsetan, Vladimir Putin, kundi verið brúktur til at samráðast um framtíðina fyri hersettu ukrainsku økini.
Tað skriva Ritzau og Reuters.
Zelenskyj endurtekur samstundis, at hann viðurkennir, at Ukraina ikki kann gerast partur av Nato júst nú.
Ukrainski forsetin hevur í næstan eitt ár roynt at fingið ein fund í lag við Vladimir Putin. Men russiski forsetin hevur havnað hesum ynski og krevur ístaðin, at Zelenskyj loysir “borgarakrígnum” í egnum landi við seperatistisku økini, ið eru knýtt at Russlandi.