Zelenskyj avlýsir allar uttanlandsvitjanir
Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj hevur útsett allar uttanlandsvitjanir sum nú er vegna støðuna í Kharkiv-landslutinum í Ukraina.
Rúni Korsgaard
15. mai 2024 kl. 12:19
Hetta kunnar eitt tíðindatalsfólk fyri Reuters.
Áður í dag meldaðu myndugleikar í ávikavist Spania og Portugal, at forsetavitjanin hjá Zelenskyj var avlýst uttan at greiða nærri frá orsøkini.
Seinasta fríggjadag setti Russland í verk hernaðarálop í Kharkiv-landslutinum. Russiski herurin hevur síðani hertikið fleiri landsbygdir í økjum nærindis Kharkiv, ið er næststørsti býurin í Ukraina. Kharkiv liggur tætt at markinum til Russland, áleið 30 kilometrar.