Zelensky vitjar í Washington

Fyri fyrstu ferð síðan Russlan gjørdi innrás í Ukraina, er forsetin í Ukraina á vitjan í Washington. Við sær í skjáttuni heim aftur til Ukraina hevur hann væntandi Patriot rakettverjuskipanina

Savnsmynd: EPA
Steinar Patursson
21. desember 2022 kl. 13:29

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, er í dag á veg til Washington, har ætlanin er at hann skal hittast við Joe Biden, forseta.

Eisini er ætlanin, at Zelensky skal halda talu fyri amerikansku kongressini.

Tað skriva útlendskir miðlar.

Av trygdarávum hevur ferðin hjá Zelensky verið hildin loynilig, og tað er ikki fyrr enn nú, at hon er almannakunngjørd. Ferðaætlanirnar hjá Zelensky eru heldur ikki kunngjørdar, og hetta er fyrstu ferð, síðan Russland leyp á Ukraina í februar mánaði, at Zelensky vitjar í USA.

Hvítu húsini hava váttað, at amerikanska stjórnin er sinnað at lata ukrainska herinum Patriot land-til-luft rakettskipanir, ið skal økja um verjuførleikarnar hjá Ukraina móti russiskum loft- og rakettálopum.

Síðan Russland leyp á Ukraina, hevur Zelensky havt telefonsamskifti við Joe Biden, men mett verður, at vitjanin er ein uppstigan av viðurskiftunum millum Ukraina og USA.

Samstundis hevur vitjanin fingið øði í russar, og Dmitry Peskov, talsmaður fyri Kreml, sigur sambært BBC, at “hetta boðar ikki frá góðum fyri Ukraina.”

Russland hevur seinastu tíðina framt nógv og ógvislig álop á ukrainskan infrastruktur, og sambært greinarum hevur endamálið við russisku álopunum verið at knekka ukrainska viljan at standa móti russiska áganginum við at leggja Ukraina í orkuloysi.

Patriot skipanin, sum er ein framkomin land-til-loft verjuskipan, fer at gera tað lættari hjá ukrainsku verjuni at skjóta niður russiskar rakettir, russisk stríðsflogfør og russiskar dronur.