Volodymyr Zelensky kritiseraði í røðu í gjárkvøldið vestanlond, fyri ikki at innføra flogforboð yvir Ukraina.
– Gera vestanlond ikki tað, so verður góðtikið, at ukrainar fara at líða ein langan og seigan deyða, segði Zelensky í røðuni, sambært Ritzau.
Hann heldur, at leiðarar í vesturheiminum gera meira við at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, heldur enn at gera nakað við støðuna í Ukraina. Hann segði eisini, at ukrainski herurin fer at jagstra russisku hermenninar, sum fremja krígsbrotsverk, til grøvina.
– Vit endurtaka hvønn dag: Latið loftrúmið yvir Ukraina aftur. Lat tað aftur fyri russiskum rakettum, fyri russiska flogherin, fyri allar hesar yvirgangsmenninar. Skapið eina humanitera luftsonu uttan rakettir, uttan bumbur. Vit eru menniskju, og tað er okkara menniskjaliga skylda at verja menniskjur, og tit kunnu gera tað. Um tit ikki gera tað, so latið vera við at geva okkum flogfør til at verja okkum sjálvi. Eg kann bara koma til eina niðurstøðu – tit vilja hava, at vit verða dripin spakuliga, men stútt. Hetta er ábyrgdin hjá heimsleiðarum. Frá í dag og altíð, segði Zelensky.
Orsøkin, hví vesturheimurin ikki ikki innførir flúgviforboð yvir Ukraina, er óttin fyri einum stórkríggi, har eitt flúgviforboð kann føra til beinleiðis samanbrestir millum Nato og Russland.
Náttina til í dag hava russiskar herdeildir aftur bumbað býir í mið-, norðara og sunnara partin av Ukraina.
Støðan í Ukraina 6. mars. (Mynd: Bretska verjumálaráðið)