Ongi úrslit

Zelensky: 'Eg vil bara hitta ein russara, og tað er Putin'.

hvørki Zelensky ella ukrainska fólkið kunnu góðtaka, um avgerðir verða tiknar um kríggið í Ukraina uttan at Ukraina er við.

Ragnar Sjúrðarson
14. februar 2025 kl. 21:05

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, luttók fyrr í kvøld í einum pallborðskjaki á trygdarráðstevnuni í München.

Her upplýsir hann, at hvørki hann ella ukrainska fólkið kunnu góðtaka, um avgerðir verða tiknar um kríggið í Ukraina uttan at Ukraina er við.

- Tað er ikki eitt gott hugskot, og eg vóni, at Trump forseti ikki hevur tað hugskotið, sigur hann um samráðingarnar við Putin uttan Evropa ella Ukraina.

Zelensky, forseti, er spurdur, um hann fer at luttaka í samráðingum við russisk umboð á komandi vitjan í Saudi Arabia.

Hann sigur, at endamálið við ferðini er samrøður við lokalar samstarvsfelagar, sum kunnu føra til, at ukrainsk børn, sum eru rænd til Russlands, verða leyslatin.

- Eg vil ikki møtast við ymiskum russarum. Eg vil bara hitta ein russara: Putin. Og tað fer bert at henda, tá vit hava eina felags ætlan við Trump og Evropa. Tá fara vit at seta okkum saman við Putin og steðga krígnum.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01