Ingi Samuelsen

11.08.2018 11:05

Annar dagurin á Summarfestivalinum 2018 gjørdist eitt gott upplivilsi. Veðrið hevur, sum kunnugt, nógv, fyri ikki at siga alt, at siga fyri at slík tiltøk skulu rigga. Og hetta eydnaðist í gjárkvøldið.

Fríggjakvøldið var kvøldið, tá høvuðsnavnið – sjálv ímyndin av Summarfestivalinum 2018 – fór á pallin.

Og har var ongin fingur at seta á framførsluna hjá einans 20 ára gomlu undurføgru, sjarmerandi, væl dansandi og væl syngjandi Zara Larsson.

Zara og hennara sera dugnaligi bólkur við tveimum sangarum og seks dansarinnum góvu eitt flott show, har ringt er at peika eftir nøkrum.

Well den – hon fekk ikki Vágsbø at kóka, eins og Lena og Aqua fingu tað kvøldið fyri. Til tess vóru sangirnir – hittini – ov ókend fyri stóru fjøldina.

Men har vóru nøkur – mest ungar gentur – sum kortini sungu og skrálaðu við til allar sangirnar. Hesi fingu eitt upplivilsi fyri lívið, eingin ivi um tað. Stuttligt at uppliva.

Les eisini: Tack så mycket, Zara

Gávuríkt listarfólk
Annar maður á stórapalli var Heiðrikkur av Heygum. Synd at siga, at hann megnaði at fylla pallin og bøin á sama hátt, sum Zara Larsson og hennara fólk.

Men harrans malargrót fyri eitt gávuríkt listafólk hesin ungi maður er. Maðurin, sum frammanundan er ein meistari at tekna, mála, sniðgeva, filmsskapa og helst annað við, dugir sanniliga eisini at skriva tónleik, eins og hann eisini hevur prógvað við nýggjastu fløgu síni.

Tað vóru mest sangir úr hesi fløgu, ið vórðu spældir á Vágsbøi. Íklødd sergjørdar búnar í tráð við huglagið í sangunum, spældu Heiðrikkur og hansara orkestur eina einastandandi konsert, har sangirnir, tónleikurin við hábærsligari strúkikvartett og ikki minst filmarnir, ið pyntaðu bakteppið, fóru upp í eina hægri eind.

Tónleikurin var knýttur saman við ljóðbrotum úr bandasavninum millum sangirnar. Stundum var tað eitt sindur torskilt hjá teimum óinnvígaðu at fata, hvat endamálið var.

Og vit fingu ikki hjálp frá Heiðrikki at fata tað, tí hann hevði einki at siga millum sangirnar – einki at fortelja áhoyrarunum, sum kann tykjast løgið, nú hann hevði eitt túsundtalsstórt publikum fyri sínum fótum.

Og tað skal vera størsti kritikkurin av framførsluni í gjárkvøldið, sum annars var ein prima heildaruppliving, har tað eisini untist okkum at hoyra hann syngja eina versjón av einum Britney Spears-sangi millum perlurnar av teimum burlesque-kendu, heiðriksku sangunum, framførdir á ein undirspældan hátt, sum ikki hóskaðu heilt til stóra pall.

Tónleikurin er jú ikki harður – og tí kundi hann næstan ikki hoyrast uppi frá vegnum. Eitt undarligt fyribrigdi í Summarfestivalsamanhangi. Men komst tú heilt oman á slætt framman fyri høga pallin, har plássið var gott, gjørdist stemningurin ein heilt annar. Intimur, nærverandi og viðkomandi. Heiðrikkur hevur nakað upp á hjartað – bert spell, at hann ikki hjálpti okkum eitt sindur meira við at skilja hvat talan var um.

Hevði hug at halda, at Heiðrikkur var plaseraður á skeivum stað og kanska eisini skeivt tíðspunkt við at spæla á stóra palli á midnátt fríggjakvøld, men spurningurin er hvar tað annars skuldi verið.

Lovsongsmøti við Kjølum
Fríggjakvøldið upplivdu vit eisini ein part av framførsluni hjá Kjølum í teltinum. Ótrúliga góða móttøkan frá stóru fjøldini prógvaði enn einaferð, at Kjølar er tað absolutt størsta, sum er komið úr Kollafirði nakrantíð – ja, helst størri enn sjálvasti sjóvarbóndin.

Fyri ein, ið var langt av landinum skotin í stórheitstíðini hjá Kjølum í nítiárunum, og tí ikki kann syngja við upp á tekstirnar, var hetta fremmant land, tí her høvdu vit eina fjøld av fólkið, øll fýratipluss, sum fyrilitaleyst góvu seg undir valdið frá teirra hátignum, Signari, Jens Marna, Jens Tummasi og Henningi, so tað var næstan sum at uppliva ein aðalfund í norðurkoreanska kommunistaflokkinum – bara villari.

Fríggjakvøldið endaði við felagssangi, tá útvaldir sangarar, saman við einum vælspælandi orkestri undir leiðslu av Kim Hansen, trivu í eina perlurøð av sangum, sum hava myndað hesi 15 árini, sum Summarfestivalurin hevur sett dagsskránna fyri føroyskan tónleik. Væl eydnað, men birdi verið hildið fyrr á kvøldinum.