”Eg rokni við, at tú kanst blíva til okkurt einaferð”. Soleiðis segði plátufelagseigarin Bert Karlsson, eisini kallaður Skara-Bert, í eini sjónvarpssending á svenska TV4 einaferð í 2008.
Hann var dómari í sjónvarpssendingini Talang, sum var svenska útgávan av America’s got Talent. Hann hevði júst hoyrt eina ótrúliga sjarmerandi 10 ára gamla gentu sungið ”Greatest love of All” hjá Whitney Houston, so ikki eitt eyga var turt.
Og Skara-Bert fekk rætt, hóast ein og hvør kundi hoyra, at talan var um eitt barn við óvanliga stórum gávum at syngja. Gentan vann kappingina og eina hálva millión svenskar krónur. Gentan er Zara Larsson, sum kann upplivast á Summarfestivalinum í Klaksvík í kvøld.
Hon sang ongan minni enn ”My heart will go on” hjá Celine Dion til finaluna. Upptraðkanin er tónleikasøga í Svøríki í dag.
Men tað var ikki bara Skara-Bert, sum dugdi at síggja, at henda gentan nokk skuldi blíva til okkurt innan tónleikin. Tað gjørdi hon eisini sjálv.
Eftir Talang-sigurin gjørdi TV4 eina sending um hana, sum tey kallaðu ”Jag ska bli stjärna”, og longu tá var lítla Zara tilvitað um sínar gávur.
Í filminum sæst 10-11 ára gamla Sara hyggja eftir svensku Melodi Grandprix kappingini, Melodifestivalen, í sjónvarpinum. Var hetta nakað fyri hana tá hon gerst eldri, spyr journalisturin.
”Nei, mín dreymur er størri enn Melodifestivalen”, svarar Zara sjálvsikkur. ”Eg stíli eftir USA, tí ein verður størri har, enn heima í Svøríki”.
So grínir hon eftir sær sjálvari, og hermir ”Eg fari at gerast ovurstór!!! Men tað er tað eg stíli eftir.”
Hon kom til Amerika, og gjørdist eisini ”jättestor”.
Enn hevur hon bert útgivið tvær heilar fløgur, og so hópin av stakfløgum og smærri útgávum.
Hennara útgáva av ”My Heart will go on” kom út sum stakfløga beint eftir Talang-sigurin. Hon gjørdi plátusáttmála við svenska felagið Ten Music Group, og í 2012 kom fyrsta lagið út, og endaði beinanvegin ovast á svensku hittlistunum.
Árið eftir skrivaði hon so sáttmála við altjóða plátufelagið, Epic Records, og síðan hevur hon givið út løg, sum næstan øll eru blivin hitt.
Seinna fløga hennara, fyrsta altjóða útgávan, ”So Good”, sum kom út í mars í fjør, hevur gingið sína sigursferð kring allan heimin.
Serliga er tað lagið ”Lush Life”, sum hevur gjørt um seg. Tað er spælt 570 milliónir ferðir á YouTube og 700 milliónir ferðir á Spotify.
Men veruliga altjóða gjøgnumbrotið hjá Zara Larsson kom longu árið fyri hesa útgávuna, nevniliga tá størsta DJ-stjørnan av øllum, David Guetta, bjóðaði henni at syngja sangin ”This one’s for You”, sum skuldi vera almenna lagið til EM-fótbóltskappingina í Fraklandi í 2016.
David Guetta og Zara Larsson (Mynd: EPA)
Og tað var eisini í hesum samanhangi, at hon fekk sítt stóra gjøgnumbrot, einans 18 ára gomul, tá hon sang saman við Guetta á stóra showinum, sum varð sett upp á Stade de France leikvøllinum í Paris, tá kappingin var endað og portugisar kosnir heimsmeistarar.
Sara traðkar inn í myndina eftir umleið tá umleið tríggir og ein hálvur minuttir eru farnir:
Summarfestivalurin hevur øll árini lagt stóran dent á at fáa til Føroya navn, sum hava verið ovast á tindunum fyri nøkrum árum síðani.
Við hvørt eydnast tað teimum at fáa fatur á nøvnum, sum kanska ikki eru komin heilt upp á tindarnar enn. Tað má til fulnar sigast at vera eydnast hesaferð.
Zara Larsson syngur á Vágsbøi í kvøld klokkan 21
(Mynd: EPA)