Zacharias Leitisstein fingið nýggjar eigarar
Hoyvíkingar hava keypt kendu hvs-fyritøkuna á Skálafjørðinum
Dimma.fo
11. januar 2023 kl. 17:56
Hendrik Egholm og Rúni Vang Poulsen, ávikavist fyrrverandi stjóri í Magn og fyrrverandi stjóri í Smyril Line, hava keypt kendu hvs-fyritøkuna á í Runavík, P/ F Zacharias Leitisstein.
Tað skrivar in.fo í kvøld, sum hevur tosað við Rúna Vang Poulsen. Hann sigur við in.fo, at hann saman við Hendriki Egholm hevur keypt virkið, og at Hendrik Egholm er nevndarformaður.
Tað var Zacharias Leitisstein sjávlur, sum var ímyndin av fyritøkuni í mong ár. Síðani hann doyði, hava synir hansara tikið yvir.
Umframt at reka handil í Runavík, veitir P/F Zacharias Leitisstein allar vanligar hvs-tænastur, og fyritøkan hevur eisini verkstað.
Zacharias Leitisstein