Deyðin hjá George Floyd setti gongd á heimsfevnandi uppreistur móti løgregluharðskapi síðsta mai, tá ein upptøka av Derek Chauvin, ið helt George Floyd niðri, varð koyrt á netið.
Fyrrverandi løgreglufólki hjá løgreglueindini hjá Minneapolis Derek Chauvin er ákærdur fyri manndráp og morð á øðrum- og triðjastigi.
Rættargongdin verður stroymd beinleiðis úr Minneapolis vegna Covid-19, tí bert fá kunnu møta upp í rættinum.
Man væntar, at málið fer at koyra í fleiri vikur.
1. dagurin: Mánadagin 29 mars
Ákærin Jerry W. Blackwell sýndi videobrotið, sum setti gongd á mótmælisgongdir kring allan heimin, í fullari longd.
Verjin hjá Derek Chauvin, Eric Melson, lovaði at prógva, at Floyd doyði orsaka av einari fentanyl- og amfetaminyvirdosis og av ringu hjartastøðuni hjá Floyd. Melson legði afturat, at á prógvtilfarslistan eru fleiri enn 50.000 lutir. Hann segði tí við limir í dómsnevndini, at sakin týðiligvís er longri enn 9 minuttir og 29 sekund, ið er longdin av videobrotinum, har Chauvin heldur Floyd niðri við knænum.
2. dagurin: Týsdagin 30 mars
Týsdagin vitnaðu seks í rættinum, og fýra teirra vóru yngri enn 18 ár tann dagin Floyd doyði.
Tey ungu vitnini greiddu frá, hvat tey sóu. Vitnisburðirnir vóru sambærligir.
- Eg mundi gingið avstað, tí tað kravdi nógv at hyggja. Men eg visti, at tað var skeivt, og at eg kundi ikki bara ganga avstað, hóast eg einki fekk gjørt við støðuna, segði eitt av yngru vitnunum.
Darnella Frazier, ið filmaði kenda videobrotið av handtøkuni, vitnaði eisini týsdagin. Hon segði seg angra, at hon ikki fysiskt legði seg eftir Chauvin.
Ákærin royndi eisini at sannføra dómsnevndina um, at longdin á tíðini, tá Chauvin helt Floyd niðri, var órímilig og ólóglig. Hóast verjin kundi grundgeva fyri, at tvingsull var neyðugur í byrjanini av handtøkuni, so vísti ákærin á, at Chauvin framvegis helt Floyd niðri, tá Floyd var svímaður.
3. dagurin: Mikudagin 31 mars
Mikudagin og dagarnir uppundir hevði ákærin innkallað fleiri vitnir, sum greiddu frá kenslubornum søgum, har fleiri søgdu, at tey hildu seg síggja, at Floyd var í vanda. Í næstan øllum førum er tað ólógligt at blanda seg uppí eina handtøku, og orsaka av hesum søgdu fleiri vitnir, at tað kendist torført at hyggja at og ikki fáa gjørt nakað.
Upptøkur úr handlinum, har George Floyd var inni og keypti sigarettir við einum følskum pengaseðli, vóru eisini vístar mikudagin. Christopher Martin var til arbeiðis tann dagin, og vitnaði í rættinum mikudagin. Martin greiðir frá, at hann segði seg beinanvegin síggja, at 20$ seðilin hjá Floyd var falskur. Hann segði tað við leiðaran, og leiðarin bað Martin fara eftir Floyd, og fáa hann at gjalda við ordiligum pengum. Floyd noktaði, og leiðarin bað eitt annað starvsfólk ringja eftir løgregluni.
Mikudagin sóu limir í dómsnevndini eisini upptøkur frá kropsmyndatólunum hjá løgreglufólkunum, ið kann síggjast her:
4. dagurin: hósdagin 1 apríl
Hósdagin vitnaði tveir portørar, og hetta var fyrstu ferð, at limir í dómsnevndini hoyrdu um heilsustøðuna hjá Floyd undir handtøkuni. Smith, ein av portørunum, segði, at Floyd ongan puls hevði og tyktist vera deyður, tá teir komu til staðið. Smith gjørdi síðani eina roynd at bjarga Floyd, men royndin miseydnaðist. Í meðan Smith vitnaði, so sipaði Eric J. Nelson, verjin hjá Chauvin, til, at Chauvin hevði knæið á rygginum hjá Floyd og ikki á nakkanum. Smith svaraði aftur við at vísa á upptøkurnar av handtøkuni.
Daman hjá Floyd, Courteney Ross, 45, greiddi hósdagin frá um teirra opioidu misnýstlu, og segði, at tey at byrja við fingu útskrivað heilivág frá læknanum fyri kroniskari pínu.
- Bæði Floyd og eg, okkara søga, tað er ein klassisk søga, um hvussu nógv gerast bundin at opioidum, greiddi Ross frá.
Tá tey ikki longur fingu resept uppá heilivágin, so hildu tey alíkavæl áfram við at misbrúka heilivág. Tey royndu at sleppa burturúr misnýtsluni fleiri ferðir, men megnaðu tað ikki.
Dómsnevndin hoyrdi eisini frá David Pleoger, ein nýliga pensjoneraður yvirløgreglumaður hjá Minneapolis løgreglueindini. Pleoger kom fram á handtøkustaðið stutt eftir, at Floyd var koyrdur avstað við sjúkrabilinum. Pleoger prátaði um valdspolitikkin hjá løgreglueindini, og ákærin spurdi síðani, um løgreglufólk skulu fjerna knæi hjá sær, tá tann, ið er undir illgruna, steðgar at gera mótstøðu. Til hetta svaraði Pleoger ja.
5. dagurin: Fríggjadagin 2 apríl
Ein týdningarmikil vitnisburður var borðin fram fríggjadagin, tá longst tænandi løgreglufólkið hjá Minneapolis løgreglueindini vitnaði, at gerðirnar hjá Chauvin vóru óneyðugar.
Lt. Richard Zimmerman, sum er leiðari hjá manndrápseindina hjá Minneapolis løgreglueindina, segði, at gerðirnar hjá Chauvin vóru brot á løgreglupolitikk.
Zimmerman gav saman við 13 garvaðum løgreglufólkum út eitt alment bræv síðsta juni, har tey fordøma gerðirnar hjá Chauvin. Løgreglufólkini, ið stóðu fyri brævinum, søgdu, at brævið umboðaði meiningarnar hjá fleiri hundraðtals løgreglufólkum.
Zimmerman legði afturat, at løgreglufólk eru vand til at leggja knæi á akslarnar hjá fólki í summum førum, tá tey leggja handhjørn á fólk, men ikki á nakkanum. Nelson, verjin hjá Chauvin, hevur roynt at sipa til, at knæið hjá Chauvin ikki lá á nakkanum hjá Floyd, men á rygginum ella á akslunum.