YVIRLIT: Frá tá Berlinmúrurin fall til eitt samlað Týskland

Berlinmúrurin fall í 1989 og eitt ár seinni varð Týskland sameint aftur. Í dag eru 30 ár liðin, síðani týsku tjóðirnar aftur gjørdust ein tjóð

Sigurjón Einarsson
3. oktober 2020 kl. 17:58

Týskar hátíðarhalda í dag, at tað eru 30 ár síðani, at Eystur- og Vesturtýskland vórðu sameind aftur til eitt land, eftir at tey vórðu deild sundur í kjalarvørrinum av Seinna Heimsbardaga.

Her er eitt yvirlit yvir, hvussu tilgongdin var frá tí, at Berlinmúrurin fall og til Týskland varð samlað aftur árið eftir:

 * 9. november 1989: Berlinmúrurin fellur. Hetta árið eru mong fólk longu flýggjaðu úr eystara partinum til vestara partin, og til endans fellur múrurin, eftir stórt trýst á kommunistiska stýrið í eystri.

* 28. november: Vesturtýski kanslarin, Helmut Kohl, almannakunnger eina ætlan fyri eitt ríkjasamband millum Eystur- og Vesturtýskland, ið skal enda við einari endursameining av tjóðunum.

* 5. februar 1990: Eysturtýski stjórnarleiðarin, Hans Modrow, ger eina samgongustjórn við andstøðufólk og onnur broytingarsinnaði, sum eisini hava tikið lut í samráðingunum við stýrið, eftir Berlinmúrurin er fallin.

* 18. mars: Fyrsta fría valið til “Volkskammer” er í Eysturtýsklandi. Tann nýggja stjórnin byrjar hereftir samráðingar við Kohl-stjórnina í Vesturtýsklandi.

* 18. mai: Bæði londini undirskriva eina avtalu fyri einum búskaparligum og samfelagsligum ríkjasambandi.

* 1. juli: Ríkjasambandið landanna millum verður sett í gildi. D-markurin verður gjaldoyra í Eysturtýsklandi. Landamørkini og passeftirlitið fella burtur.  

* 31. august: Sáttmálin um endaliga samaneiningina av Týsklandi verður undirskrivaður, og verður samtyktur ein mánað seinni við stórum meiriluta í bæði Berlin og Bonn.

* 24. september meldar DDR seg út úr Varsjavaverjusamgonguni.

* 3. oktober: Um midnáttarleitið verður týska flaggið vundið á stong frammanfyri Ríkisdegnum í Berlin, meðan tjóðsangurin ljómar og fleiri hundraðtúsund fólk heiðra endursameiningina.

Kelda: Ritzau, dpa, Der Spiegel, dhm.de