Yvirhálaði í Eysturoyartunlinum - tvær ferðir

Tað kom einum bilførara aftur um brekkur, at hann hevði slíkan skund

Áki Bertholdsen
12. januar 2025 kl. 09:35

Í gjárkvøldið ringdi ein bilførari, sum var á veg ígjøgnum Eysturoyartunnilin til løgregluna at siga frá, at hann var akkurát blivin yvirhálaður mitt inni í tunlinum.

Ein lítla løtu seinni ringdi ein annar bilførari eisini til løgregluna og segði, at hann var somuleiðis blivin yvirhálaður mitt inni í tunlinum - og tað var av sama bili.

Tað er ikki loyvt at yvirhála inni í tunlinum og løgreglan fekk eisini fatur á bilføraranum, sum hevði yvirhálað. 

Og tað kom honum aftur um brekkur, tí umframt at fáa bót, fekk hann eisini tvey klipp í koyrikortið, eitt klipp fyri hvørja yvirháling.