Yvir tvær milliónir smittað við koronu í Indonesia

Smittutølini í Indonesia eru ovurstór. Seinasta døgnið eru 14.500 fólk í landinum smittað við koronu, so nú eru yvir tvær milliónir fólk smittað. Sjúkrahús eru við at fyllast, og nú óttast myndugleikarnir, at heilsuverkið ikki klárar trýstið

Sigurjón Einarsson
22. juni 2021 kl. 09:20

Smittutølini í Indonesia síggja ikki pen út. Í gjár vórðu 14.500 fólk í landinum skrásett sum smittað við koronu. Við hesum nýggju skrásettur, er samlaða talið kom upp yvir tvær milliónir fólk, sum eru smittað við koronu. Talið av smittaðum fólki er meira enn tvífalda tær seinastu vikurnar, og myndugleikarnir óttast fyri, at talið verður størri næsta hálva árið, har smittutrýstið longu hevur sínar avbjóðingar í høvuðsstaðnum, Jakarta.

Orsøkin til, at støðan í Indonesia er versnað so nógv seinastu tíðina, stavast frá nýggjum frábrigdum av koronavirusinum, men eisini vegna nógva ferðing í samband við føstumánaðin hjá muslimum, ramadan, endaði í farna mánaði. Í dag eru 90 prosent av fólkinum í Indonesia muslimar.

Sambært almennu tølunum hava 55.000 fólk mist lívið í landinum, orsakað av koronufarsóttini. Seinasta døgnið eru 294 fólk deyð við koronu. Serfrøðingar bera tó ótta fyri, at veruliga talið er nakað væl hægri, tí tað eru fá, ið lata seg kanna fyri koronu. Nakrir serfrøðingar siga enntá, at almennu tølini umboða bert 10 prosent av veruligu støðuni í Indonesia.

Stjórnin í Indonesia vónar at koppseta 180 út av landsins 270 milliónir íbúgvum í landinum árið út, men aftur her seta serfrøðingar spurnatekin við, um hetta verður veruligt – serliga tá hugsað verður um, hvat fyri koppingarevni landið brúkar. Indonesia brúkar kinverska koppingarevnið Sinovac, sum gevur millum 50 og 84 prosent verju. Kili almannakunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani, at Sinovac einans gevur 67 prosent verju.