Yvir tvær milliónir koronusmittaði í Afrika

Onnur bylgjan hevur eisini rakt Afrikanska heimspartin meint. Nú eru yvir tvær milliónir fólk staðfest við koronusmittuni, og talið er vaksandi

Sigurjón Einarsson
19. november 2020 kl. 09:42

Africa Centers for Disease Control and Prevention sigur, at í afrikanska meginlandinum hevur nátt ein keðiligan mílastein. Váttaðu tølini siga, at yvir 48.000 eru deyð vegna COVID-19 í afrikanska meginlandinum.

Við sínum 54 londum og 1,3 milliardir fólkum, verður nú ávarað um, at fyribyrgjast má móti máttloysi í teimum ymisku londunum í meginlandinum, so ikki fleiri fólk stinga í sekkin og rýma.

Meðan restina av heiminum frøist í vónini um, at lovandi koppingarevni móti COVID-19 nú skjótt eru ávegis, so óttast afrikanskir heilsumyndugleikar fyri, at meginlandið verður við sviðusoð, um ríku londini fara at keypa koppingarevni inn undir seg.

Nógv lond í Afrika hava órógvandi tøl, tá talan er um váttaðar tilburðir av koronusmittaðum fólki. Í Suðurafrika eru meira enn 750.000 koronusmittaði, Marokko meira enn 300.000, Egyptaland meira enn 110.000 og Etiopia hevur meira enn 100.000 váttaði koronusmittaði.  

Kenja er nú eisini hart rakt, har minst fýra læknar doyðu seinasta vikuskiftið. Hetta førdi við sær, at heilsuverkið í landinum hevur hótt við verkfalli, sum fevnir um alt landið. Verða umstøðurnar í heilsuverkinum ikki bøttar, so er eitt verkfall væntandi í komandi mánaði.

Í afrikanska meginlandinum eru næstan 20 milliónir koronukanningar framdar, síðani koronafarsóttin byrjaði, men vegna væntandi útgerð, er veruliga talið av koronusmittaði ókent.

Kelda: AP