Yvir eina millión fólk kring heimin eru nú deyð av korona

Nú er talið av fólki, ið eru deyð av koronavirus komið yvir milliónina. Eitt hugvekjandi tal, nú lond kring heimin stríðast fyri at byrgja upp fyri eini vaksandi aðru bylgju av alheimsfarsóttini

Sigurjón Einarsson
29. september 2020 kl. 10:23

Talið av deyðum vegna korona fór yvir eina millión mánakvøldið, tá tey nýggjastu tølini vórðu almannakunngjørd av Johns Hopkins University í USA.

- Okkara heimur hevur rokkið ein keðiligan mílastein, sigur aðalskrivari Sameindu Tjóða, Antonio Guterres í einari yvirlýsing.

- Hetta er eitt keðiligt og hugvekjandi tal. Vit mugu ikki gloyma hesi fólkini, ið hava mist lívið. Hetta vóru pápar og mammur, konur og menn, brøður og systrar, vinir og arbeiðsfelagar.   

Talið av deyðum er støðugt

Almenna talið av deyðum er trý prosentstig av teimum meira enn 33,2 millión fólkum, ið hava verið rakt av virusinum, síðani virusið fyrstu ferð var uppdagað í Wuhan, Kina, afturi í desember 2019. Óalmenna talið er nokk nakað væl hægri, sambært alheimsheilsustovninum, WHO.

Sambært Johns Hopkins, so hevur talið av teimum deyðu, ið eru almannakunngjørd dagliga kring heimin, verið luftfalsliga støðugt síðani juli – 5000 andlát um dagin. Hetta, hóast talið av nýggjum smittaðum er vaksandi. Hósdagin var talið komið uppá 361 túsund nýggjum smittaðum.  

India, USA og Brasil eru harðast rakt

India er nú tað land, ið hevur hægsta talið av deyðum um dagin, har miðaltalið hevur verið áleið 1000 fólk, sum eru deyð av virusinum um dagin síðani august. India hevur yvirhálað USA, har miðaltalið av deyðum er fallið frá 700 til 800 um dagin.

USA er enn tað land, har flest fólk eru deyð. Nýggjastu tølini av deyðum har er 205 túsund út av teimum sjey millión fólkum, ið hava verið rakt av koronavirusinum. Samlaða talið í Brasil er 142 túsund av teimum 5 millión raktu. India er triðhægst, har talið av deyðum nú er komið upp á 96 túsund, men har talið av smittaðum er vaksandi. Sunnudagin var talið av smittaðum seks milliónir.

Nú, tá talið av smittaðum er vaksandi kring heimin, royna nógv lond at seta neyðug tiltøk og tilmæli í verk, nú heystið er komið og veturin og krímárstíðin stendur fyri durum.