– Vit eru óvfarin av undirtøkuni, hetta hevur fingið.
Tað sigur Fólkaheilsustýrið, nú tey eru farin í holt við eina stóra kanning við tí endamáli at finna út av, hvussu føroyingar hava tað.
Í tí sambandi hava 8.000 tilvildarligir føroyingar fingið eitt spurnarblað, har teir skulu svara nøkrum spurningum um, hvussu teir hava tað.
Og tá ið freistin at svara fór á midnátt, er úrslitið, at tað eru 5.104 fólk, sum hava givið sær stundir at svara spurnarblaðnum.
Og tað eru tey so væl nøgd við, at tey takka teimum hjartaliga, sum hava svarað, siga tey.
Tað eru heili 63,8 prosent, sum hava svarað, og tað er rættiliga nógv, sigur Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðari. Í 2019 var ein sama slag kanning gjørd, men tá vóru tað færri enn 50 prosent, sum svaraðu.
Samanborið við sama slag kanningar í grannalondunum, hevur føroyska kanningin eisini munandi betri undirtøku, leggur hon afturat.
Endamálið við kanningini er at fáa eina heildarmynd av heilsustøðuni í Føroyum. Og tí hevur tað stóran týdning, at tey sum svara einum slíkum spurnarblaði, umboða fólkið í Føroyum, so væl, sum tilber.
Hetta tykist at vera eydnast væl í hesi kanningini, sigur verkætlanarleiðarin. Hon sigur, at øll øki í landinum eru væl umboðað og samsvara væl við fólkatalið í ymsum økjunum.
Støðan í sambandi við aldur og kyn líkist støðuni, vit vanliga síggja í slíkum kanningum, har kvinnurnar eru eitt sindur raskari at svara enn menninir. Í hesum føri er støðan tann, at 53,4 prosent av teimum, sum hava svarað, eru kvinnur og 46,6 prosent eru kvinnur.
Fólk ímillum 40 og 69 ár eru lutfalsliga væl umboðað, men aldurbólkarnir undir 39 ár og eldri enn 70 ár, eru eitt sindur undirumboðaðir. Frávikini eru tó ikki so stór, at tey kunnu væntast at skeikla úrslitini nevnivert, leggja tey afturat.
– Liviumstøður eru ymiskar, alt eftir aldri og hvar fólt búgva og tað fer ivaleyst at síggjast aftur í svarunum hjá fólki, sigur Fólkaheilsustýrið.
Tey siga, at tað hevur stóran týdning at gera slíkar kanningar, tí tað gevur politiska mhyndugleikanum eitt gott grundarlag at hella seg til, tá ið politikkurin á heilsuøkinum skal setast út í kortið, sigur Fólkaheilsustýrið.
Í spurnarblaðnum verða fólk spurd um heilsustøðuna, trivnað, sjúku, rørslu, kost, sosial viðurskifti og, hvussu tey brúka fjølmiðlar.
Farið verður nú undir at greina tølini nærri og tey miða ímóti, at úrslitini frá kanningini verða løgd fram í eini frágreiðing tíðliga næsta ár.
Kortini er væntandi, at nøkur av úrslitunum verða løgd fram í vetur. Eitt nú eru tølini fyri royking og tubbaksnýtslu ógvuliga viðkomandi júst nú í sambandi við arbeiðið at gera nýggja roykilóg í Føroyum.