Sum tað sjeynda landið í heiminum, hevur Italia nú eisini nátt ein keðiligan mílastein. Nú eru yvir 50.000 deyð av koronu í stivlalandinum.
Tað vísir ein uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University.
Mánadagin søgdu italsku heilsumyndugleikarnir, at 630 mannalív kundu verða skrásett afturat í keðiligu hagtølini seinasta døgnið, so samlaða talið av deyðum kom upp á 50.453, síðani koronafarsóttin rakti Italia í februar í ár.
Nógv doyðu fyrstu tíðina, men umleið ein triðingur av teimum deyðu eru skrásett síðani september.
Talið av nýggjum smittaðum í Italia er tó fallið eitt sindur, verður samanborið við í síðstu viku, sigur italska heilsumálaráðið. Talið av nýggjum smittaðum liggur á umleið 23.000 um dagin.
Fyri einari viku síðani, var hetta talið næstan 27.400 um dagin.
Stjórnin í Italia hevur roynt at sleppa undan, at landið aftur skal lata aftur, eins og gjørt varð í mars mánaði. Hetta gekk hart útyvir búskapin í landinum.
Hesa ferðina roynir stjórnin ístaðin at hava fokus á ymsu landslutirnar, umframt eitt útgongubann um náttina, ið er galdandi fyri alt landið.
Myndugleikarnir siga, at hesi tiltøk hava havt eina jaliga ávirkan. Tað upplýsir tíðindastovan, AFP.
Italia er triðja landið í Evropa, ið rundar hendan keðiliga mílasteinin. Í gjár segði AFP, at Frakland eisini var komið uppá 50.000 deyð av koronu. Frammanundan hevur Stórabretland nátt hetta talið. Har vóru 55.121 skrásett deyð av koronu mánadagin.
USA er harðast rakt. Har eru skrásett 257.000 deyð við koronasmittuni. Brasil er á øðrum plássi við 169.000 mannalívum. Harnæst koma India við 134.000 og Meksiko við yvir 101.000 andlátum.
Kelda: Ritzau