Yvir 40 bilførarar í Suðuroynni fingu bót

Løgreglan er á ferð í Suðuroy hesa vikuna

Áki Bertholdsen
6. desember 2023 kl. 07:53

Mánadagin og í gjár hevur løgreglan verið á ferð í Suðuroynni og kanna ferðsluna.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi eru heilt nógvir bilar steðgaðir, og kannaðir. Og tá ið tey taldu saman eftir lokið verk í gjár, er úrslitið, at yvir 40 bilførarar hava fingið bót.

Og tað er fyri alt møguligt, onkur sat ikki í trygdarbelti, onkur hevði ikki koyrikortið við, og so vóru tað fleiri bilførarar, sum koyrdu við skeivum dekkum.

Talan var um bilførarar, sum koyrdu við uppslitnum dekkum og talan var um bilførarar sum koyrdu við píkadekkum, sum ikki vóru eftir forskriftunum.

Tá ið koyrt verður við píkadekkum er tað eitt krav, at tað eru so nøkunlunda líka nógvir píkar í øllum dekkunum. Tað má ikki vera meiri enn 25 prosent á muni á dekkinum við fægst píkum og dekkinum við flest píkum.

Og so vóru tað eisini onkrir bilførarar sum koyrdu við summardekkum, hóast vandi var fyri hálku. Frá 1. desembur til 30. apríl er tað nevniliga ikki loyvt at koyra við summrdekkum tá ið vandi er fyri hálku.

Løgreglan sigur, at ferðslukanningarnar í Suðuroy halda fram í dag.