Russiska løgreglan hevur handtikið 3068 fólk og brúkti vald fyri at upploysa mótmælisgongur í fleiri russiskum býum í gjár.
Stórar mannamúgvur vóru leygardagin samlaðar kring alt Russland, har tey kravdu at andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj varð latin leysur.
Í Moskva vóru minst 40.000 fólk samlaði í gjár til mótmælisgongu, skrivar Reuters. Hetta hendi, hóast stjórnin hevur forbjóðað mótmælisgongur.
Tað var serliga uttanfyri fongsli, har Navalnyj verður afturhildin, at nógv vórðu handtikin.
Undir mótmælisgongunum hava 42 løgreglufólk fingið skaða, upplýsir ein kelda hjá løgregluni fyri russisku tíðindastovuni, Tass. Aðrar keldur siga eisini, at tað eru fleiri mótmælisfólk, ið eru løstaði, summi eru illa løstaði.
Navalnyj vendi seinasta sunnudag heim til Russlands, eftir at hann hevur verið í Týsklandi í fleiri mánaðir, har hann hevur fingið viðgerð fyri novichok-nervaeitur.
Nógv tíðir á, at hann varð eitraður av umboðum hjá russisku stjórnini, ið royndu at taka lívið av honum við nervaeitri. Hetta hendi undir eini ferð í Siberia.
Navalnyj hevur í fleiri førum ákært Vladimir Putin og hansara stjórn fyri at taka móti mutri. Hann bleiv handtikin í floghavnini í Moskva seinasta sunnudag, so skjótt hann setti fótin á russiska jørð. Síðani handtøkuna hevur hann biðið síni viðhaldsfólk um at fara út á gøturnar leygardagin at mótmæla. Hetta gjørdi hann við einum videoboðum.
Myndir og upptøkur vísa harðar samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna kring alt Russland. Eisini í eystara parti av landinum, har minst 200 fólk eru handtikin í Vladivostok og Sibiria.