Yvir 2.500 sjúklingar merkja sviðan av verkfallinum á egnum kroppi

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt upp, hvørjar avleiðingar, verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur havt higartil

Áki Bertholdsen
9. november 2023 kl. 17:16

Higartil eru eru yvir 2.500 sjúklingar beinleiðis raktir av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Verkfallið hevur nú vart í næstan seks vikur og í dag hevur Sjúkrahúsverkið gjørt upp, hvørjar avleiðingar, hetta higartil hevur havt fyri sjúklingar.

Uppgerðin vísir, at síðani verkfallið byrjaði 2. oktobur, hava tað verið 2.200 ambulantar viðtalur færri í sjúkrahúsverkinum enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein minking upp á 35 prosent.

Bara higartil í novembur hava ambulantu viðtalurnar verið 60 prosent færri enn tær vóru teir fyrstu níggju dagarnar í novembur í fjør

Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í sjúkrahúsverkinum, sigur, at tey meta, at minst 2.200 viðtalur eru útsettar, fluttar ella avlýstar í Sjúkrahúsverkinum, síðani verkfallið byrjaði.

Sostatt hava viðtalurnar hesar seinastu seks vikurnar, ímeðan verkfallið hevur verið, 30 - 40 prosent minni enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.

Hyggja vit bara eftir novembur er minkingin útvið 60 prosent í ambulantum viðtalum.

Her skal viðmerkjast, at ambulatoriini vórðu ikki rakt beinanvegin, eitt nú á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum var tað frá 11. oktobur.

Samstundis hava tað verið 275 skurðviðgerðir færri hesar seks vikurnar í verkfallinum enn tað vóru í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein minking upp á, 50 prosent. Bara í higartil í novembur hava skurðviðgerðirnar verið 60 prosent færri í tali enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.

Hyggja vit bert eftir novembur, er talið á skurðviðgerðum higartil í ár, 60 prosent minni enn í fjør.

Allar hesar 275 skurðviðgerðirnar eru útsettar til næsta ár bíða til fyrst í næsta ár at koma undir skurð.

Samstundis eru 140 færri sjúklingar innlagdir og tað er 25 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør - og her er Barnadeildin ikki tald upp í.

Á Barnadeildini hava verið 100 innleggingar færri í oktobur og higartil í novembur í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør og tað er ein minking upp á 50 prosent.