Yvir 1000 føroyingar hava skrivað undir áheitan á Landsstýrið

Tey vilja lata føroysku sendistovun í Ísrael aftur

Í morgin fær hann unirskriftir frá yvir 1000 føroyingum um føroysku sendistovuna í Ísrael
Áki Bertholdsen
21. mai 2024 kl. 08:15

Í eina tíð hevur felagsskapurin, Samhugi Við Palestina, samlað undirskriftir við tí endamáli at fáa landsstýrið at lata føroysku sendistovuna í Ísrael, aftur.

Nú hava yvir 1.000 fólk skrivað undir og í morgun fara tey til Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanlandsmálum, við teimum.

Í grundgeving síni siga tey, at Ísrael er farið undir eina tað mest ágangandi hernaðararsóknum, vit hava sæð í nýggjari tíð.

– Heim, skúlar, sjúkrahús, kirkjur, moskur, listasøvn, universitet, sjúkrabilar og allir partar av samfelagsliga undirstøðukervinum í Gasa hava verið fyri ísraelskum bumbuálopum.

– Mett verður, at 85% av íbúgvunum eru rikin úr sínum heimum, at yvir 35.500 palestinar eru dripnir og at yvir 79.500 eru løstaðir av ísraelskum bumbuálopum ella sníkaskjúttum. 

– Børnini í Gasa eru serliga hart rakt. Yvir 15.000 børn eru dripin og fleiri túsund hava mist armar og bein. Harumframt verður mett, at yvir 17.000 børn í Gasageiranum reika runt einsamøll, tí foreldur teirra og tey vaksnu, sum tey kenna, antin eru dripin ella blivin burtur frá teimum.

Fleiri ST fólk á staðnum greiða eisini frá, at Ísrael brúkar svøltur sum krígsvápn. Tað vil siga, at Ísrael tilætlað roynir at týna palestinska fólkið við at svølta tey. Við landamørkini inn til Gasageiran standa fleiri kilometrar av lastbilum við matvørum og aðrari neyðhjálp, sum Ísrael ikki loyvir inn.

 Samhugi við Palestina leggur dent á, at tað, sum hendir í Gasageiranum í dag, byrjaði ikki eftir Hamas álopið tann 7. oktober.

Tey vísa eitt nú til kanningar hjá fleiri mannarættindafelagsskapum og ST serfrøðingum, sum prógva, at Ísrael ferð eftir ferð sleppur at bróta altjóða lóg, uttan at tað fær avleiðingar.

Tey endurgeva aðalskrivaran í altjóða Amnesty International, Agnès Callamard, sum sigur, at stríðið, sum í hesum døgum herjar í hersetta Gasa, har tað er staðfest, at veruligur og hóttandi vandi er fyri fólkamorði, hevur varpað bjart ljós á tær vanlukkuligu avleiðingarnar av at lata altjóða brotsverkini hjá Ísrael í hersettu palestinsku økjunum halda fram so leingi órevsað. Heimurin má viðurkenna, at bara við at fáa enda á tí

ólógligu ísraelsku hersetingini ber til at steðga teimum afturvendandi mannarættindabrotunum í Ísrael og teimum hersettu økjunum.

Tey í Samhuga við Palestina siga, at tá Ísrael ikki ger eftir boðunum frá heimsins evstu myndugleikum, so sum Altjóða Dómstólinum og ST Trygdarráðnum, mugu heimsins lond blanda seg. Og har eiga Føroyar at vera á søgurnar røttu síðu og kvetta diplomatisk bond við Ísrael, inntil ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og inntil Ísrael gevst við at kúga palestinska fólkið.