Í fjør vóru tað 103 foreldur, sum fingu minni enn 12.000 krónur úr barsilsskipanini, at liva av um mánaðin.
Tað upplýsir Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
Partamaður hennara, Henrik Old, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu stórur partur av teimum, sum fáa gjald út barsilsskipanini, fáa so lítið gjald úr barsilsskipanini, at tað er ikki til at liva av.
Spurningurin umgjaldið úr barsilsskipanini er javnan til umrøðu í Løgtinginum. Men tá snýr kjakið seg altíð um, at tey, sum fáa hægst gjald, skulu fáa meiri.
Gjaldið verður ásett eftir inntøkuni frammanundan, so tey, sum hava havt góða løn, fáa nógv úr barsilsskipanini, tá ið verða foreldur og tey, sum tjena lítið, fáa eisini lítið úr barsilsskipanini.
– Vit hoyra sjáldan um tey, ið fáa lítið og einki útgjald úr barsilsskipanini sigur Henrik Old. Tá ið tosað hevur verið um hækka gjaldið hjá teimum, sum fáa mest, hevur hann ført fram, at vit eiga heldur at hækka gjaldið hjá teimum, sum fáa minst.
Ingilín Didriksen Strøm sigur, at í fjør fingu 987 foreldur gjald úr barsilsskipanini. Av teimum fingu 158 foreldur undir 15.000 krónur um mánaðin - og 103 foreldur enntá undir 12.000 krónur um mánaðin.
Annars sæst á talvuni niðan fyri, hvussu nógv fólk fáa lítið og einki úr barsilsskipanini.