Krígsyrking ella friðarpoesi

Hvør er grundleggjandi sálarfrøðiliga orsøkin til kríggj? Tað er kenslan í hjørtunum á monnum, at kríggj er vakurt. Og hvør hevur skapt hesa kensluna? Partvíst eru tað kongarnir við teirra flottu hermerkjum, men í nógv størri mun eru tað yrkjararnir við teirra krígssongum

Trygvi Danielsen
27. februar 2022 kl. 11:10

"Hvør er grundleggjandi sálarfrøðiliga orsøkin til kríggj? Tað er kenslan í hjørtunum á monnum, at kríggj er vakurt. Og hvør hevur skapt hesa kensluna? Partvíst eru tað kongarnir við teirra flottu hermerkjum, men í nógv størri mun eru tað yrkjararnir við teirra krígssongum og myndahøggararnir við teirra standmyndum. Kenslan, at kríggj er vakurt, dvølur í hjørtunum á monnum, ein kensla grundað á heimsgamlan ræðuleika, valdsgreði, pínslu, dráp og hungran eftir stórum spølum við stórum innsatsum. Henda kenslan má tileinkisgerast, eins og hon varð til: Umvegis hugmynd. Tað er uppgávan hjá poetinum."

Nakað soleiðis skrivaði Harriet Monroe í 1914 í tíðarritinum "The Poetry of War", og tað rann fram fyri mær sum ein ósvitalig sannroynd, tá eg var í Havnar Kirkju leygarkvøldið til eina friðsæla kvøldarbøn fyri friði í Ukreina, at andsøgnirnar til kríggj og harðræði eru vísdómur og poesi. Tað eru andeitrini, vit sóknast eftir, tá krígsins meiningsleysu ræðuleikar standa í durinum. 

Føroysk orð
Soleiðis hevur eisini verið á sosialu miðlunum seinastu dagarnar, har mann hevur sæð, at føroysk listafólk hava sett orð á tað, sum gongur fyri seg. Carl Jóhan Jensen hevur lagt hesa yrkingina út:

KRÍGGJ
Náttfaran brennur,
Guð er øska í buksum,
Helviti er til.


Yrkjarin og sangsmiðurin Benjamin Rajani skrivar og syngur soleiðis:

kríggj brast á í nátt
gult og blátt
bløða øll reytt
svong og mett
vilja hava meir
vilja hava meir
heimsins stórsta land
men vit vilja hava meir
eg má hava meir
eg má hava meir
valdið ger meg sjúkan
men eg má hava meir
og tey gráta í Kiev í kvøld
og tey rýma úr teirra heimum
út í ókend støð
børnini rædd
eingin rødd
lýsir eitt kríggj
sum eitt skríggj

Hetta er ein, sum Urd Johannesen legði út fyrrapartin sunnudagin:

Líkasæla

eg eri ávegis heim úr útlondum við várligum loti í hárinum-
aðrastaðni eru fólk vaknað upp til kríggj,
og meðan eg umhugsi valið millum hart ella bleytt kókað egg
við rokaða morgunmatarborðið,
taka tey støðu til, um tey skulu flýggja ella fara í herna-
at heimferðin gjørdist eina nátt drúgvari enn væntað
og flúgvarakenningin til fánýtis,
stendur ikki mát við nakra av teim hugtrongdum
míni meðmenniskju nú eru fangað í-
heimkomin skammist eg.
í øllum miðlum og vørpum er veruleikin í myndum;
stríðsvognar koyra inn og flóttar koyra út
gult-blátt flagg
ein pápi sigur grátandi farvæl við dóttir sína
kedd
ein bilur verður yvirkoyrdur av einum stríðsvogni
óð
ein operasangari syngur tjóðsangin úti á gøtuni
dámi
eitt barn grætur í einum bumbaðum húsum
hjarta
ein flýggjað kvinna grætur um mannin og sonin, sum eru eftir
klemm
ein mótmælisgonga biður aðrar valdsharrar hjálpa
bøn
á einum trappusteini gera kvinnurnar molotov cocktails
armvøddar
heimsins valdsharrar proklamera hernaðarátøk í fjálgari frástøðu
jólanissa
og meðan kalkulerað kenslutekn floyma inn yvir sosialu miðlarnar
renna heitar blóðrípur úr hjørtunum á okkara meðmenniskjum
krossur
og meðan vit síggja alt og hoyra alt, gera vit einki
í veruleikanum
uttan at pjøssa uppá samvitskuna-
kenslutekn fyri líkasælu er ikki til
líkasæla er
lík eru

Verjurøðan
Ukreinski forsetin Volodymyr Zelenskyy hevur verið nógv frammi, tí hann helt eina poetiska megnarrøðu, sum skal eggja russiska fólkinum at sóknast eftir friðarligum loysnum á hetta stríðið. Eg havi umsett brot úr røðuni:

"Vit eru ymisk, men tað er eingin orsøk at vera fíggindar.
Vit vilja byggja okkara egnu søgu.
Friðarliga. Stillisliga. Sannorðað.

Tit hava fingið at vita, at eg havi givið boð um at leypa á Donbas. 
At skjóta. At bumba treytaleyst.

Spurningurin er: At skjóta hvønn? At bumba hvat?

Donetsk? Har eg havi verið óteljandi ferðir?
Eg havi sæð teirra andlit, teirra eygu. 

Artema? Har eg havi spákað við vinfólki? 

Donbas Arena? Har eg saman við teimum lokalu havi heppað á okkara dreingir til EM kappingina? 

Shcherbakova parkina? Har vit drukku saman, tá okkara lið taptu? 

Lugansk? Har mamma besta vinmannin býr? Har pápi hansara liggur grivin? 

Leggið til merkis, at eg tosi nú á russiskum, og tó skilir eingin í Russlandi, hvønn týdning hesi nøvnini, hesar gøturnar og hesar hendingarnar hava. 

Hetta er alt fremmant fyri tykkum. Ókent. Tí hetta er okkara land. Okkara søga. 

Hvørjum skulu tit stríðast fyri? Og ímóti hvørjum?

Vit vita við vissu, at vit ynskja ikki kríggj. Hvørki kalt, heitt ella mitt í millum. 

Men um vit verða hótt, um onkur roynir at taka okkara land, okkara frælsi, okkara lív, lívini hjá børnunum, so fara vit at verja okkum. Ikki leypa á, men verja okkum. Leypa tit á okkum, hitta tit okkara andlit. Ikki ryggirnar – andlitini.

Hvør fer at líða mest undir hesum? 
Hvør vil helst av øllum sleppa undan hesum?
Hvør kann steðga hesum?
Fólkið.

Vil russiska fólkið hava kríggj? Eg vildi ynskt, eg kendi svarið. 
Men svarið kenna bert tit, borgararnir í russisku samgonguni."

Ukreinsk orð
At enda vil eg endurgeva tvær yrkingar við ukreinskum uppruna. Fyrst eina eftir Zbigniew Herbert, sum Heðin M. Klein hevur týtt. Yrkingin eitur "BREVIARIUM", sum sambært Heðini er ein serstøk og stutt katólsk bøn.

BREVIARIUM

Harri,
 eg veit at dagar mínir eru taldir
 viđ fáum eftir
 so dánt til at sanka saman sandin
 so tey viđ honum fáa hult mítt andlit

 eg nái ikki
 at bøta teimum órættađu
 ella umbera meg fyri øllum teimum
 eg havi gjørt ilt
 tí er sál mín syrgin

 lív mítt
 skuldi veriđ klingruskapað
 lokađ seg sum ein vælgjørd sonata
 men nú síggi eg
 beint áđrenn koda
 sundurskræddar akkordir
 illa samansettar litir og orð
 larm misljóđ
 alt hurlivasans mál

 hví
 var ikki lív mítt
 sum ringar í vatni
 veking á óendaligum dýpdum
 ein byrjan sum veksur
 leggur seg í árringum stigum faldum
 og doyr í stillum
 viđ tíni órannsakandi knø 

At enda
Hin ukreinska er ein yrking eftir Ilya Kaminski, sum eg havi t´ýtt til høvið. Kaminski varð føddur í Odessa, sum tá var partur av USSR, men sum í dag eitur Ukreina, og flutti seinni til USA. Yrkingin eitur "Vit Livdu Lukkuliga undir Krígnum".

Vit Livdu Lukkuliga undir Krígnum

Og tá tey bumbaðu húsini hjá øðrum, mótmæltu

vit
men ikki nokk, vit vóru ímóti teimum men ikki

nokk. Eg var
í songini, kring songina fall

Amerika: ósjónligt hús eftir ósjónligt hús eftir ósjónligt hús–

Eg tók ein stól uttan fyri og hugdi at sólini.

Í sætta mánaði
av einum vanlukkuligum stjórnarskeiði í húsi penganna

í gøtu penganna í býi penganna í landi penganna,
okkara stórbæra land penganna, livdu vit (fyrigev okkum)

lukkuliga undir krígnum.