Logan Paul er ein ungur vloggari (video-bloggari), ið hevur fleiri milliónir fylgjarar á heimasíðuni YouTube. Tann 31. Desember í fjør endaði Logan Paul í tí sum á internetinum hevði verið kallað ein "shitstorm". Hann legði eitt sjónband út, har hann og vinir hansara ganga í Aokigahara-skóginum í Japan, ið er kendur fyri, at sera nógv fólk velja at gera sjálvmorð har.
Ímeðan filmað verður, koma Logan Paul og vinir hansara fram á ein mann ið hevur framt sjálvmorð. Ístaðin fyri at sløkkja upptøkutólið, halda teir tó á at filma hendingina. Teir filma bæði deyða mannin og reaktiónirnar hjá hvør øðrum. Summir av vinunum siga seg kenna seg illa av at síggja hetta. Tað er tá, at Logan Paul sigur við vinmannin, heldur skemtandi, "hvat, hevur tú aldrin staðið við síðuna av einum deyðum manni?"
Hendan útsøgnin, og tað at Logan Paul legði alt sjónbandið út sum heild, elvdi til ovurstóran kritikk á netinum. Tað gingu ikki nógvir tímar áðrenn Logan Paul tók sjónbandið av rás síni á YouTube, men tá høvdu longu fleiri milliónir sæð sjónbandið.
Stutt eftir kom Logan Paul við einari almennari umbering.
Men umberingin hevur, eftir øllum at døma, ikki verið nóg mikið. Tað hevur verið gravað í tilfarinum hjá Logan Paul og er hann síðani eisini blivin kritiseraður fyri sína handfaring av arbeiði sínum. Nógv leggja hann undir, at vera sensationalistiskur. At hann vil leggja eitthvørt út, fyri at fáa at fólk at hyggja eftir sínum filmum og trýsta á "dáma"-knøttin.
Nú hevur arbeiðið hjá vloggarinum eisini fingið avleiðingar á YouTube. Heimasíðan hevur nú boðað frá, at tey hava slitið vinnusamstarv við Logan Paul. Tað merkir, at rásin hjá Logan Paul verður fjernað frá Google Preferred, ið er ein pallur, har lýsingar vera seldar fyri tær rásirnar, ið eru mest vitjaðar.