Yngru hondbóltskappingarnar fara ígongd í vikuskiftinum

Um fylgt verður almennu tilmælini og leiðreglurnar hjá HSF, so metir hondbóltsformaður, at tað er trygt at skipa fyri kappingum

Sigurjón Einarsson
9. oktober 2020 kl. 13:05

Um vikuskiftið verður aftur kappast í hondbólti, tá tvær U8-kappingar í hondbólti eru á skránni í ávikavist á Skála og í Klaksvík. Genturnar fara norður til Klaksvíkar, meðan dreingirnir fara at kappast á Skála, ið STÍF skipar fyri. Formaðurin í STÍF sigur, at nógv tíð er brúkt til at fyrireika kappingina.

- Vit hava brúkt eyka orku til at fyrireika hesa kappingina, eftirsum vit hava nógv tilmæli, vit skulu liva upp til. Eisini hevur nógv tíð verið brúkt til kunna venjarar og feløgini, sigur formaðurin í STÍF, Rúni Rasmussen.

Tilmælini, ið formaðurin sipar til, eru tey almennu tilmælini og eisini yvirskipaðu leiðreglurnar hjá Hondbóltssamband Føroya um koronuatlit. Tey eru millum annað, at børnini helst skulu møta klødd til dyst, tí tað ikki verður møguligt at brúka umklæðingarrúmini. Eisini verður mælt til, at hvørt barnið einans hevur ein fylgjara við, umframt at tey luttakandi hava egnan drykkjudunk við og at børn og vaksin halda seg heima, um tey hava sjúkutekin.

Leiðreglurnar hjá HSF um koronuatlit kunnu síggjast her. 

Skráseting

Fyrireikararnir av kappingini mæla eisini til, at øll luttakandi og avvarðandi verða skrásett áðrenn kappingin byrjar. Har hevur STÍF lagt eitt leinki út á heimasíðu sínari, har fólk kunnu skráseta seg. 

- Tað eru nógv, ið longu hava skrásett seg og tað legst afturat allatíðina, sigur formaðurin.

Rúni Rasmussen metir, at tað er trygt nokk at halda kappingina.

- Tey luttakandi og tey avvarðandi verða møtt við sprittdunkum og kunning sum tað fyrsta, tá tey koma í høllina, sigur hann.

Higartil eru 19 lið meldaði til kappingina, sum verður spæld í trimum aldursbólkum.