Maður deyður í arbeiðsvanlukku í Vestmanna

Hann datt oman og doyði av stoytinum

Áki Bertholdsen
31. juli 2024 kl. 19:41

Um miðdagsleitið í dag hendi ein arbeiðsvanlukka í Vestmanna. Tað var upp við vMýraverkið hjá Sev at tey vóru í holt við ymisk arbeiði. Løgreglan sigur, at ein maður datt oman av einum hamara og stoyturin var so harður, at hann doyði av løstinum.

Løgreglan sigur, at talan er um ein yngri mann og tey avvarðandi eru kunnað um vanlukkuna.

Løgreglan sigur, at bjargingartyrla varð sent eftir manninum, men lívið stóð ikki at bjarga, sigur løgreglan.

Tey siga eisini, at arbeiðseftirlitið hevur fingið boð um vanlukkuna og at løgreglan fer at útgreina støðuna fyri at vita akkurát, hvat tað var, sum hendi.