Xi og Putin samdir um at styrkja samstarvið

Tað var undir vitjanini hjá russiska forsetanum í Kina, at Vladimir Putin og kinverski leiðarin Xi Jinping samdust um at styrkja strategiska og hernaðarliga samstarv tjóðanna millum.

Rúni Korsgaard
16. mai 2024 kl. 21:00

Russland og Kina skulu halda á fram við at styrkja hernaðarliga samstarvið og harumframt økja um vavið av felagsvenjingum og hernaðartrening.

Soleiðis ljóðar í felagsálitinum, sum Vladimir Putin og Xi Jinping skrivaðu undir á, hetta sambært miðlinum Tass.

Felagsálitið tjóðanna millum, sum verður lýst sum ein "víðfevnd strategisk felagssamskipan til eitt nýtt tíðarskeið", varð undirskrivað í sambandi við, at 75 ára dagurin fyri diplomatisku bondini millum Russland og Kina verður hátíðarhildin.

Styrkjanin av hernaðarbondunum inniber m.a. eisini, at felags herflota- og loftsvarðferðir vera meira javnan. Herumframt frættist, at endamálið er, at tjóðirnar í felag arbeiða móti at betri kunna svara aftur avbjóðingum og hóttanum.