Tað kom ikki óvantað á at kinesiski forsetin, Xi Jinping, bleiv afturvaldur, tá val var leygardagin. Hann fekk onga atkvøðu ímóti sær, og heldur ongin atkvøða var blonk. Hann fekk tískil allar 2970 atkvøðurnar frá kinesiska tinginum.
Í seinastu viku kom lóg í gildið, sum sigur at einki mark er á, hvussu leingi ein forseti kann sita við valdið. Xi Jinping kann tí sita sum forseti restina av lívinum. Hóast hann í fyrstu atløgu skal sita tey næstu fim árini.
Á seinasta vali í 2013 fekk hann bert eina atkvøðu ímóti sær og tríggjar vóru blankar.
Kinesiska tingið valdi eisini Wang Qishan sum varaforseta. Aftaná nýggju lóggávuna, sum kom í gildið í seinastu viku er heldur einki mark á hvussu longi varaforsetin kann sita við valdið.
64 ára gamli Xi Jinping verður mettur sum hin valdsmiklasti forsetin í nýggjari tíð.
Kelda: tv2.dk