Tíðin sum Barcelona-venjari innibar nógvar upp- og niðurtúrar fyri sponsku fótbóltslegenduna Xavi. Hann sat í sessinum í góð trý ár, og vann eitt spanskt meistaraheiti, men sjálvt spælið var ofta fyri atfinningum. Eisini stríddist Xavi nógv við leiðsluna í felagnum.
Fyrr í ár boðaði hann so frá, at hann fór at gevast í starvinum í summar. Eina tíð seinni boðaði hann frá, at hann hevði broytt meining, og at hann eftir áheitan frá felagnum hevði tikið avgerð um, at halda fram kortini. Men fyri góðum trimum vikum síðani valdi felagið at siga hann úr starvi.
Fleiri miðlar vildu tá vera við, at uppsøgnin kom í kjalarvørrinum av, at Xavi stutt frammanundan hevði úttalað seg alment um vánaligu fíggjarligu støðuna í felagnum.
Sambært spanska miðlinum Sport, fer Xavi nú at halda frí frá fótbóltinum í eitt ár. Eftir tað, hevur hann eitt ynski um at gerast venjari í Premier League, skrivar miðilin.