X Factor heldur fram við nýggjum verti fríggjakvøldið

Joakim Ingversen verður aftur vertur í X Factor fríggjakvøldið 2. mars. Aftur tá verður hann avloysari fyri konu sína, Sofie...

Alda Nielsdóttir
27. februar 2018 kl. 13:24

Joakim Ingversen verður aftur vertur í X Factor fríggjakvøldið 2. mars. Aftur tá verður hann avloysari fyri konu sína, Sofie Linde, sum tekur enn eina viku í farloyvi saman við dóttrini, Trine, ið er fyrsta barnið hjá parinum.

Joakim gjørdi eitt so gott arbeiði í síðstu viku, og tað er óført, at hann er klárur til enn eitt fríggjakvøld sum vertur, meðan Sofie ansar eftir lítla barninum heima, sigur undirhaldsstjórin hjá DR, Jan Lagermand Lundme.

Eg eri heilt tryggur við, at Joakim skal leiða hyggjarar, luttakarar og dómarar gjøgnum enn eitt liveshow, sigur hann.

Sofie Linde og Joakim Ingversen gjørdust foreldur fyri hálvari aðru viku síðani. Síðan tá hevur Sofie verið heima við dóttrini, meðan Joakim hevur yvirtikið arbeiðið hjá henni sum vertur. Sofie segði í síðstu viku við Ultra Factor, at hon er væl nøgd við arbeiðið hjá manninum.

Joakim Ingversen er vanliga vertur á Ultra Factor, men fríggjadagin verður hann avloystur av Jacob Riising.

Kelda: DR