Um ikki so leingi verður William Shatner elsti maður í heiminum, ið hevur verið í rúmdini.
Jeff Bezos, tech-milliarderurin handan Amazon, hevur váttað, at 12. oktober verður Shatner skotin út í rúmdina á einum rúmdarfari hjá rúmdarfelagnum Blue Origin, ið Bezos eigur.
BBC skrivar, at hetta er aðru ferð, at Blue Origin hevur mannað rúmdarfør í rúmdini. Umborð á fyrra túrinum var Bezos sjálvur, beiggi hansara Mark Bezos, Mary Wallace Funk og 18 ára gamli Oliver Daemen. Mary Wallace Funk er 82 ára gomul, og heldur sostatt metið fyri at vera elsti persónur í rúmdini - til 12. oktober, væl at merkja.
Eins og á fyrra mannaða túrinum umborð á New Shepard rakettini hjá Blue Origin, væntast komandi túrurin hjá Shatner at taka um 10 minuttir, og rúmdarfarið fer júst út um Karman markið, ið verður roknað sum markið til rúmdina. Karman markið er góðar 100 kilometrar í erva.
Tað er kanska ikki heilt burturvið, at Shatner loksins sum 90 ára gamal sleppur út í rúmdina, tí hann skapti sær eina lívsleið sum sjónleikari í røðini Star Trek, har hann spældi rúmdarkapteynurin James T. Kirk umborð á The USS Enterprise í 1960'unum.