William Heinesen og kristindómurin

Hóskvøldið 29. apríl 2021  kl. 19.00 verður forkunnugur fyrilestur um William Heinesen og kristindóm í húsinum hjá Karli í Norðragøtu

Helena Kannuberg
25. apríl 2021 kl. 17:40

Tiltakið verður skipað av áhugafelagnum hjá Karli, sum arbeiðir fyri allari list og øllum handverki, sum sprettur úr blýantinum. Áhugafelagið greiðir frá, at tey til tiltakið hava boðið Bergi Rønne Moberg til bygdina at greiða frá áhugaverda sambandinum millum William Heinesen og kristindóm.

Bergur Rønne Moberg er í løtuni lektari á Føroyamálsdeildini og hevur eina Ph.D. í bókmentum. Í Ph.D.-ritgerðini ”At genfortrylle verden: en hermeneutisk-fænomenologisk undersøgelse af tab og genvindelse i William Heinesens senprosa” arbeiddi hann m.a. við sambandinum millum Wiliam Heinesen og kristindóm, og hevur hann tískil ognað sær djúpa vitan og stórt innlit í evnið. Hóast evnið fevnir broytt, verður fyrilesturin avmarkaður til at snúgva seg um, hvussu kristindómurin var við til at inspirera William Heinesen sum rithøvund og listamann sum heild.

Bergur Rønne Moberg greiðir sjálvur soleiðis frá fyrilestrinum:

-William Heinesen sigur sjálvur, at ongin søgukringur ella ideheimur hevur hugkveikt hann meira enn kristindómurin. Tann kristna-religiøsa dimensjónin í lívsverkinum ringir seg um poesi, sum ímyndar sambandið við tað skapta. At skapa – skriva, klippa, mála, komponera – var eitt slag av skapan í eyðmjúkum framhaldi av tí longu skapta, av skapanarverkinum, náttúruni. Av tí sama skrivar og tosar William nógv um poesi sum lívspoesi og um listafólkið sum lívskunstnari. Lívið sjálvt verður lýst sum nakað heilagt. Vit fara at líta nærri at hesari lívsjáttandi og alment religiøsu tilgongd til list hjá Williami og seta hana í samband við hansara hugkveiking av kristindóminum.

Áhugafelagið greiðir frá, at umframt fyrilestur verður drekkamuður eisini á skránni, har ið til ber at heilsa upp á Berg Rønne Moberg, sum nú flytur aftur til Danmarkar, har ið hann m.a. skal undirvísa í føroyskum bókmentum við lærda háskúlan í Keypmannahavn.