William Heinesen 125 ár
Í sambandi við runda dagin útgevur Listasavnið fýra serprent eftir William Heinesen og Zacharias Heinesen
Listasavn Føroya
14. januar 2025 kl. 21:09
William Heinesen hevði fylt 125 ár í morgin, tann 15. januar. Í sambandi við runda dagin útgevur Listasavnið fýra serprent eftir William Heinesen og Zacharias Heinesen. Hesi eru "Tussamoyggjar" og "Skreytmynd" eftir William Heinesen og "Nólsoyarfjørður" og "Útsýni yvir Havnina" eftir Zacharias Heinesen. Serprentini eru prentað sum giclée-prent. Henda tøkni brúkar pigmentblekk, ið veitir serliga ríka litgóðsku og upploysn. Pigmentini kunnu halda upp í 100 ár, uttan at prentið litferst. Serprentini eru prentað á 100% sýrufrítt bummullspappír (Hahnemühle, Cotton Premium 300/g m 2 ). Serprentini verða til sølu á Listasavninum 19. januar.